Dagatalið má skerjast fyri at verja ungfiskin

21. juni. 2010 | Tíðindi | Fiskivinna

Soleiðis lesur Føroya Ráfiskakeyparafelag boðskapin, nú ICES, Havstovan og Fiskidaganevndin eru komin við sínum tilmælum til komandi fiskidagaár.

Metingarnar hjá Havstovuni um stovnsstødd og gróðarlíkindi vísa, at eftir fleiri rættuliga soltin ár, eru glottar nú fyri framman – serliga fyri toskastovnin á landgrunninum, men í minni mun eisini fyri hýsustovnin. Bæði Havstovan og Fiskidaganevndin siga tó rættuliga týðuliga, at ein treyt fyri at hesin bati kemur at muna nakað í longdini, er at ungfiskurin fær frið at koma fyri seg. Fiskidaga­nevndin mælir í hesum sambandi myndugleikunum til at hava eitt vakið eyga við uppíblandinum av ungfiski, og um neyðugt, at seta tiltøk í verk. Havstovan er meira ítøkilig og umframt reguleringar við stongdum leiðum og meskavíddum, vísir hon á, at neyðugt eisini er at minka veiðutrýstið. Í sínum tilmæli til fiskimálaráðharran, sigur Havstovan, at fiskidagatalið eigur at verða skorið niður við 25% av teimum tillutaðu døgunum í verandi fiskiári. Her er tó umráðandi at leggja merki til, at tilmælti niðurskurðurin er í mun tillutaðar dagar og ikki í mun til brúktar dagar.

Havstovan sigur einki um, hvussu niðurskurðurin eigur at býtast millum ymisku skipabólkarnar. Havandi teirra tilráðing um verju av ungfiski í huga, er kortini einki at ivast í, at tað serliga er veiðutrýstið í teimum skipabólkum, sum veiða nógvan ungfisk, ið eigur at skerjast lutfallsliga nógv. Hetta samsvarar eisini við tilmælið hjá einum minniluta í Fiskidaganevndini, ið mælir til at minkað dagatalið í bólki 5B við 5.000 døgum. Bólkur 5B eru útróðarbátar undir 15 tons, ið ikki eru fult riknir.
Sum so er ikki nógv nýtt í tilmælinum frá Havstovuni, tí hon hevur leingi víst á, at neyðugt er at verja ungfiskin, ið er á veg inn í stovnin.
Hinvegin er tað áhugavert, at Føroya Reiðarafelag eisini hevur givið til kennar, at neyðugt er at minka um veiðutrýstið. Í ársfrágreiðing sínari vísir Reiðarafelagið á, at fiskidagaskipanin varð skeiklað longu frá byrjan, og at neyðugt er at fáa hesa aftur í rættlag. – Í stuttum er søgan, at áðrenn fiskidagaskipanin varð tikin í brúk, hevði ein skipanarnevnd funnið fram til, hvussu nógvar fiskidagar einstøku skipabólkarnir áttu at fáa tillutaðar, fyri at ein ávísur veiðisetningur kundi haldast. Hesin leistur, sum semja var um, vísti at parturin hjá útróðarbátum undir 15 tons (bólkur 5) í útgangsstøðuni skuldi verða 14.700 dagar. Um hetta mundi var stórt arbeiðsloysi í Føroyum, arbeiðsloysskipanin var nýggj og munaði lítið, og tí fluttu nógv fólk av landinum. Samstundis vísti tað seg, at toskurin var við at koma aftur og tí vóru fleiri, ið høvdu hug at rógva út. Fyri at skapa møguleikar fyri arbeiðsplássum vórðu tí nógvir eyka dagar tilluttaðir útróðrarbátunum. M.a. av hesari orsøk kom dagatalið í bólki 5 uppá 27.000 dagar, ið var 12.300 dagar fleiri, ella nærum tvífalt so nógvir, sum semja hevði verið um í útgangsstøðuni. – Sum tíðirnar vóru miðskeiðis í 90’unum, vóru hetta kanska neyðug stig at taka, men stóri trupulleikin er, at hesir eykadagarnir ongantíð eru tiknir inn aftur. Sjálvt í dag, nú eini 14-15 ár eru fráliðin, og nógvar effektiviseringar í veiðu­orkuni eru farnar fram, eru meira enn 17.000 fiskidagar eftir í hesum bólki. Hetta er sostatt framvegis nærum 20% fleiri dagar, enn upprunaliga ætlað.
Tey seinastu árini hevur skaðin av eyka døgunum í bólki 5 tó helst verið avmarkaður. Hetta kemst av, at fiskiskapurin hevur verið vánaligur og tí hava bátarnir í hesum bólki ikki roynt so nógv. Av tí sama hava ein stórur partur av tillutaðu fiskidøgunum als ikki verið brúktir.
Føroya Ráfiskakeyparafelag tekur tó undir við, at fiskidagaskipanin má fáast aftur í rættlag – ongantíð ov skjótt. Sambært Havstovuni er toskurin á landgrunninum nú nevniliga við at koma fyri seg, og tí kann roknast við, at fleiri bátar vilja sleppa uppí part. Um tillutaðu dagarnir ikki verða skornir niður nú, fer hetta at merkja at brúkta dagatalið, og harvið veiðiorkan, økist munandi. Úrslitið verður, at ungfiskurin verður veiddur, áðrenn hann rættuliga er komin inn í gýtingarstovnin og so enda vit aftur í somu støðu, ið vit hava havt tey seinnu árini.
Fleiri undrast kanska á, at veiðan hjá útróðrarbátum undir 15 tons, skal vera nakar stórur trupulleiki. At hetta kortini er so, kann grundgevast við at seinastu 10 árini hava smærru útróðrarbátarnir fiskað slakar 27 mió. toskar, meðan talið av toskum, ið størru útróðrarbátarnir og línuskipini hava fiskað í sama tíðarskeiði, bert er ávikavist 21 mió. og 17 mió. Í tonsum hava línuskipini og smáu útróðrar­bátarnir fiskað á leið somu nøgd, og tað merkir sjálvandi, at tað eru útróðarbátarnir, ið fiska tann minna toskin, ið flestu partar eru samdir um er neyðugt at verja, so at hann kann koma fyri seg.
Sjálvsagt kann tað níva onkrastaðni, at ein munandi skerjing verður framd í tillutaðu útróðar­døgunum. Tí metir Føroya Ráfiskakeyparafelag tað vera umráðandi, at hetta verður gjørt á ein slíkan hátt, at tað í minst møguligan mun rakar teir bátar og persónar, ið hava útróður sum høvuðsvinnu. At persónar, ið hava teirra høvuðsinntøka aðrastaðni, fáa skerdar møguleikar at reka vinnuligan fiskiskap, kann hinvegin vera eitt stig, ið er rætt og neyðugt at taka.
Breið semja tykist vera um, at neyðugt er at fremja munandi niðurskurð í talinum av tillutaðum útróðardøgum. Onnur verja av ungfiski er tó eisini neyðug og her kann t.d. spyrjast, um tíðin ikki eisini er komin til, at línuskip, sum í nógv ár hava fiskað inn á 6 fjórðingar, aftur verða flutt longur út, har fiskurin er størri.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L