Billede1 (1)

Dagført tilfar um happing nú tøkt fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafel

05. februar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra tilfarið viðv. happing fyri limunum felagsins

Arbeiðið er nú liðugt og tøkt á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Tað hevur stóran týdning fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, at limir felagsins fyribyrgja, handfara og taka happing á arbeiðsplássinum í álvara. Arbeiðsumhvørvislógin áleggur eisini arbeiðsgevarunum at skipa arbeiðið soleiðis, at tað kann verða útint trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt, út frá eini meting av teimum umstøðunum í arbeiðsumhvørvinum, sum kunnu hava ávirkan á likamliga ella sálarliga heilsu.

Teksturin viðv. happing er dagførdur á heimasíðuni umframt at ein skabelón fyri mannagongd viðv. happing á arbeiðsplássinum er løgd út. Ítøkiligu viðurskiftini hjá einstøku arbeiðsgevarunum er ymisk, og tí verður lagt upp til, at skabelónin verður tillaga til viðurskiftini hjá einstøku fyritøkurnar.

Tilfarið er at finna í leinkjuni niðanfyri.
https://www.industry.fo/radgeving/leidbeining-til-sattmala-og-setanarvidurskifti/asetanir-um-setanarvidurskifti/alment

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya