Dagmar Joensen sett sum samskipari hjá Ferðavinnufelagnum

14. juni. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sum liður í menningini av føroyskari ferðavinnu hevur Ferðavinnufelagið sett Dagmar Joensen í starv sum samskipara hjá Ferðavinnufelagnum. Starvið er fyribils í 6 mánar.

Dagmar hevur drúgvar royndir innan føroyskt vinnulív og hevur seinastu árini búðleikast í London. Har hevur hon m.a. lisið altjóða ferðavinnu og tikið ein MSc í verkætlanarleiðslu. Hon hevur verið virkin í ymiskum verkætlanum á universitetinum og arbeiðir fram til 21. juli á Cumberland School Sports College.
Leingið hevur verið tosað um at menna føroyska ferðavinnu, og ikki minst hevur verið spurt eftir einum meira skipaðum arbeiðið frá teimum privatu vinnurekandi.
Ferðavinnufelagið bleiv stovnað fyri 1 ½ árið síðan til tess at fáa skipað arbeiðið betur. Ferðavinnufelagið bleiv limur í Vinnuhúsinum og felagið er mannað av fimm nevndarlimum sum allir umboða ymiskar ferðavinnugreinir.
Dagmar kemur at arbeiða við trimum verkætlanum, umframt at taka upp mál sum hava áhuga fyri føroyska ferðavinnu og limirnir í Vinnuhúsinum.
“Dagmar hevur tann rætta profilin og drúgvu royndir hennara innan føroyskt vinnulív fara avgjørt at koma føroyskari ferðavinnu til góðar. Føroysk ferðavinna og limirnir í Ferðavinnufelagnum hava leingið sóknast eftir einari meira skipaðari tilgongd til átrokandi mál so sum hagtalsyvirlit, kortlegging av øllum ferðavinnuaktørunum og øðrum. Vit eru fegin um at Dagmar hevur tikið av at hjálpa okkum við at menna føroyska ferðavinnu”; sigur Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnufelagnum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya