Danska stjórnin ger lítið og einki við starvsfólkatrotið

06. september. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú danska stjórnin hevur lagt fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 fyri Fólkatingið sæst lítið og einki til tiltøk, sum skulu økja um útboðið av starvsfólki, siga stóru donsku arbeiðsgevarafeløgini við Finans Watch

Fíggjargeirin sær ongar batar í fíggjarlógaruppskotinum

- Tørvurin á starvsfólki er allastaðni, líka frá teimum ófaklærdu til tey við longri útbúgvingunum. Samstundis vísa ymsar framskrivingar, at tørvurin á starvsfólki fer at vaksa enn meira komandi árini. Tí eigur stjórnin at taka stig til at gera nakað við hetta í dag, soleiðis at útboðið av starvsfólki verður størri í morgin. Tað síggja vit tíverri ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022, sigur Nadeem Farooq, fyribils­stjóri í Finanssektorens Arbejdsgiverforeining, við Finans Watch.

Nakað tað sama sigur stjórin í Dansk Industri.

- Heilt stutt kunnu vit siga, at fíggjarlógin kemur ikki við neyðugu loysnunum, sum kunnu bøta um starvsfólkatørvin hjá fyritøkunum her og nú. Tí er trýstið á stjórnina vaksið 100%, nú stjórnin sigur, at hon skjótt fer at leggja fram loysnir. Tað eru fyritøkur, ið eru noyddar at siga nei til ordrar, og umhugsa at leggja partar av framleiðsluni niður í Danmark, sigur stjórin í Dansk Industri, Lars Sandahl Sørensen, við Finans Watch.

Stjórnin fer at kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum á fund

Dagin eftir, at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, segði danski arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin, at stjórnin fer at kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum og kommunurnar á fund um starvsfólkatrotið.

- Í løtuni er virksemið størri enn nakrantíð, og á ávísum økjum mangla skikkað starvsfólk. Hetta hevur tíverri við sær, at nakrar fyritøkur missa ordrar. Hetta hava vit sum samfelag ikki ráð til, sigur danski arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, í einum tíðindaskrivi.

Sama støða í Føroyum

Støðan við starvsfólkatrotið í Føroyum er meinlík støðuni í Danmark. Her er starvsfólkamangul eisini ein tann størsta hóttanin móti framhaldandi vøkstri í búskapinum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L