Tríggjar av tíggju donskum fyritøkum hava hetta seinasta árið uttan úrslit leita eftir starvsfólki, vísir árliga kanningin hjá DI, sum kallast Lokalt Erhvervsklima. Fyritøkur hava tí verið noyddar at siga nei takk til nýggjar ordrar.
Vit hava verið noydd at siga nei takk til ordrar ella at geva eina ógvuliga langa leveringstíð, sigur Michael Almeborg, sum er stjóri í Ole Almeborg A/S á Bornholm.
Hann metir, at Ole Almeborg A/S hetta seinasta árið hevur sagt nei til upp ímóti tíggju ordrum orsakað av, at arbeiðsmegi manglar. Og fyritøkan á Bornholm, sum millum annað framleiðir hondtrukkar, er langt frá einasta fyritøkan, sum hevur leita eftir nýggjum starvsfólki uttan at tað hevur eydnast. Árliga kanningin hjá DI vísir nú, at tríggjar av tíggju fyritøkum uttan úrslit hava leita eftir starvsfólki. Hetta er ein hækking í mun til 2014.
Vit eru nú á veg inn í búskaparligar framgangstíðir, men um fyritøkurnar ikki fáa sett tey starvsfólk, teimum tørvar, kann hetta bremsa vøkstrinum í fyritøkuni og seta framgongdina í vanda, greiðir undirstjórin í DI, Steen Nielsen frá.
Kanningin hjá DI vísir, at Bornholm saman við Frederikshavn, Hørsholm og Sønderborg eru tær kommunurnar, har fyritøkur hava ringast við at finna arbeiðsmegi við røttu førleikunum. Um hugt verður eftir regiónum, so er tað í Suðurjyllandi, at flest fyritøkur úrslitaleyst leita eftir starvsfólki.
Fyritøkurnar vísa eisini á, at kommunurnar í størri mun eiga at raðfesta manglandi arbeiðsmegina. Atgongdin til arbeiðsmegi við røttum førleikum er sambært fyritøkum tað, sum hevur næststørstan týdning fyri kommunur at leggja seg eftir - aftaná infrakervi og flutningsmøguleikar. Tað er fyrstu ferð í tey seks árini, DI hevur kannað lokalt vinnuumhvørvi, at fyritøkur raðfesta arbeiðsmegina so ovarlaga.
Michael Almeborg heldur tó, at Bornholm Kommune longu ger eitt hampuligt arbeiði við at leggja dent á arbeiðsmegi. Tey hava millum annað gjøgnumgingið asylumsøkjarar og flóttafólk fyri møguliga at passa hesi til fyritøkurnar. Asylumsøkjarar og flóttafólk, sum hava vitja Almeborg, hava tó ikki røttu førleikarnar.
Teir kleinssmiðir, sum okkum tørvar, hava stutt sagt ikki verið har. Vit hava annars verið ógvuliga virkin í mun til at lokka nýggj starvsfólk til okkara fyritøku. Samstundis hava vit altíð sjey-átta lærlingar. Men vit kunnu ikki bara set onkran í starv – fyri okkum hevur tað stórst týdning, at dygdin er í lagi. Vit vilja heldur hava lægri mál enn at minka um dygdina, greiðir Michael Almeborg frá. Honum manglar í løtuni tríggjar-fýra kleinsmiðir.
Tað eru serliga tær stóru fyritøkurnar, sum halda, at manglandi starvfólkini við røttu førleikunum, er ein forðing fyri vøkstri. Ein triðingur av fyritøkum við fleiri enn 100 starvsfólkum svara í kanningini, at tørvurin á arbeiðsmegi er ein forðing fyri vøkstri. Hjá teimum minnu fyritøkunum er tað nakað omanfyri fimta hvør.
Nýggir kundar átti at verið søtur tónleikur í oyrunum hjá flestu fyritøkunum, men um fyritøkan ikki hevur nóg nógvar tøkar
hendur, kann hon verða noydd til at siga nei til nýggjar kundar.
Vit tora næstan ikki at vitja nýggjar kundar av ótta fyri, at tey bíleggja okkurt, sigur Michael Almeborg við einum skálkabrosi.