Danskar fyritøkur vornar enn meira sosialt engageraðar

19. januar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Dansk Arbejdsgiverforening frøist um, at danskar fyritøkur framvegis verða fataðar sum sera rúmligar.

Danski nationali granskingardepilin fyri vælferð (SFI) gevur á hvørjum ári út bók, sum greinar hvussu sosialt engageraðar danskar fyritøkur eru. Hetta er fimta árið á rað, at SFI spyr uml. 9.000 starvsfólk um teirra meting av ymsum sosialum faktorum.
Samrøðurnar avdúka, at donsk arbeiðspláss yvirskipað sæð eru sera rúmlig. Serligar samrøður við leiðarar við minst trimum starvsfólkum avdúka, at 44% hava varðveitt starvsfólk og 29% hava verið við til at seta starvsfólk við skerdum førleika.
Leiðandi ráðgevi hjá DA, Henning Gade, sigur, at tað er at frøast um, at árbókin um, hvussu sosialt engageraðar fyritøkurnar eru sæð við starvsfólkaeygum, váttar ta yvirskipaðu myndina av, at danskar fyritøkur eru sera rúmligar. Hann heldur eisini, at tað er positivt, at starvsfólkini sjálvi halda, at fyritøkurnar duga væl at taka sær av starvsfólkum, sum krevja serligar umstøður. Tann menningin hevur gingið framá síðan 1999, tá SFI fyri ferð gjørdi kanningina, sigur Henning Gade.
Kelda: Dansk Arbejdsgiverforening
 

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025