Danskar kommunur útveita alt fleiri uppgávur

26. september. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sambært www.di.dk hava danskar kommunur økt um útveitingina við 10 mia. kr. og bæði kommunurnar og fólki har býr síggja fyrimunirnar í einum størri samstarvið millum alment og privat virksemi.

Kommunurnar senda alt fleiri uppgávur í útboð. Hetta verður staðfest í kanning, sum Dansk Industri hevur gjørd fyri kortum. 68 av 98 kommunum hava seinastu tvey árini økt um útveitingina.
Og tað sær út til at enn størri partur av kommunalum uppgávum fara at vera útveittar komandi árini og alt fleiri kommunalar fyrisitingar og borgarar síggja hetta sum einasta háttin at betra góðskuna í kommunalu tænastunum og fyri at fáa kostnaðin niður.
Ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Berlingske í januar í ár vísir, at 70 % av danska fólkinum heldur, at eisini kjarnuuppgávur hjá vælferðarsamfelagnum kunnu loysast av privatum fyritøkum.
Í kommunalu fyrisitingunum er hugburðurin til útveiting sera jaligur. 90 % av kommunustjórunum, halda, at út frá fíggjarligum atlitum eiga fleiri av kommunalu umsitingaruppgávunum at vera veittar út. Fleiri enn 80% av kommunustjórunum halda at fyrimunir kunnu verða við eisini at bjóða uppgávur innan heilsu, mentan, frítíðartilboð, eldrarøkt og umhvørvisuppgávur út til privatu vinnuna at loysa (DIbusiness, aug. 2011).
Ì februar mánaða fingu vit uppskot til ein føroyskan útbjóðingarpolitikk til hoyringar.
Útbjóðingarpolitikkurin legði upp til at økja um útveitingina í Føroyum, og at hetta skal skipast eftir ávísum leisti. Hetta tekur føroyska vinnan undir við.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politikkurin eigur at vera tikin fram og settur í verk alt fyri eitt.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya