Danskar kvinnur arbeiða ikki longur hálva tíð

26. januar. 2009 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Munandi færri danskar kvinnur arbeiða í dag undir 27 tímar um vikuna, og munurin millum luttøkuna hjá kvinnum og monnum á arbeiðsmarknaðinum minkar.

Kvinnurnar koma nærri og nærri støðuni hjá monnunum á arbeiðsmarknaðinum. Í øllum førum er vinnuluttøkan hjá kvinnum farin at líkast tí hjá monnunum meira og meira.
Fyri 20 árum síðani arbeiddi næstan triðja hvør kvinna í arbeiði færri enn 29 tímar um vikuna. Tað gjørdu bert fáir menn. Í dag eru tað bara 5-7% av kvinnunum, sum hava ein arbeiðstíð undir 27 tímar um vikuna. Serliga kvinnur í almenna geiranum eru farnar frá tí lítla tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin. Men gongdin er eisini týðilig í privata geiranum.
Hetta vísir ein analysa úr arbeiðsmarknaðarfrágreiðingini hjá Dansk Arbejdsgiverforening.
Lektor Mette Verner av Handilsháskúlanum í Århus hevur granska í kynsmunum á arbeiðsmarknaðinum. Hon heldur, at kvinnum so við og við eru komnar á eitt støði og hava fingið størv, sum krevja nær við fulla tíð.
“Kvinnur vilja klára seg sjálvar, og í mun til fyrr er tað vorðið vanligt at hava ein javnt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Kvinnur yvirhála í løtuni menn á útbúgvingarstigi, og eg haldi, at um tíggju ár fer tað at vera ein sera lítil munur á arbeiðsmarknaðarluttøkuni hjá kvinnum og monnum,” sigur hon.
Hon heldur, at í mun til onnur lond er tann danska fertilitetsratan ikki fallin í tíðarskeiðnum orsakað av barnaansingarskipanini. “Børn hava framvegis ávirkan á vinnuluttøkuna hjá kvinnum. Tá børnini eru smá, minka nógvar kvinnur um arbeiðið. Tað er vanliga teirra egna væl, og tað er helst ringt at koma uttanum,” sigur hon.
Munurin millum vinnuluttøkuna hjá kynunum er eisini fallin munandi síðan 1986. Í 1986 vóru menn í aldrinum 50-59 í meðal næstan 20% meira á arbeiðsmarknaðinum enn javngamlar kvinnur. Í 2006 er munurin minkaður til 5%.
Tað er ein sera ógvuslig gongd og ein positiv gongd, men hóast hetta kann hon vera eitt sindur ørkymlandi, heldur vælferðargranskari, professor Peder Pedersen frá Århus Universitet.
“Tí hetta strikar undir trupulleikan, vit hava í Danmark, nemliga at vit ikki hava so stóra eykamanning at seta inn, tá okkum manglar arbeiðsmegi. Hóast fíggjarkreppuna fer okkum eisini í framtíðini at mangla arbeiðsmegi við ávísum førleikum, og í mun til nógv onnum evropisk lond eru tað ikki kvinnurnar, vit kunnu nýta, tí tær eru longu á arbeiðsmarknaðinum,” sigur hann.
Kelda: agenda.da.dk

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L