Danski Tjóðbankin hevur hækkað rentuna

01. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Rentan á innskjótaraprógvum hjá Danska Tjóðbankanum hækkaði við 0,1 prosentstigi til 0,7 prosent fríggjadagin 29. oktober 2010.

Somuleiðis hækkaði folierentan (innlán uttan uppsøgn) við 0,1 prosentstigi til 0,6 prosent.  
Útlánsrentan og diskontorentan er óbroytt. Tær eru ávikavist 1,05 prosent og 0,75 prosent.
Rentuhækkingin kemur av, at tær stuttu evropeisku marknaðarrenturnar eru øktar, í mun til tær tilsvarandi donsku marknaðarrenturnar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya