Danskur búskaparfrøðingur: Rentan verður framhaldandi lág fleiri ár afturat

13. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað eru góð útlit fyri bústaðareigarar og onnur við variablum lánum. Hetta metir í øllum førum leiðandi búskaparfrøðingur í Nordea, Helge Pedersen.

"Við verandi konjunkturmynd í evruøkinum skulu vit heilt fram til endan av 2015, áðrenn Europiski Miðbankin (ECB) fer at herða rentupolitikkin. Vit hava fingið eina váttan frá ECB um, at rentan fer at verða hildin á verandi ella enn lægri støði í langa tíð frameftir,” sigur Helge Pedersen við epn.dk.

Rentan er i løtuni søguliga lág, og fyrr í vikuni valdi ECB at halda fast við søguliga lága rentukursin á 0,25 pct.

Hetta ávirkar beinleiðis rentugongdina í Danmark, og Helge Pedersen sær eingi tekin um, at rentukurvin fer at ganga nakað serligt uppeftir komandi tvey árini.

"Búskaparmenningin í evruøkinum er framhaldandi veik, arbeiðsloysi er høgt, og inflatiónin er nógv lægri enn málið hjá ECB. Vit liggja á 0,8 pct. Tað fer at ganga lang tíð, áðrenn tað verður talan um økta inflatiónstakt, so vit koma nærri teimum 2 pct., og tað fer eisini at ganga nakað av tíð, áðrenn  arbeiðsloysið verður heilt lágt aftur," sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í Nordea.

Kelda: Brot úr grein á epn.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya