Decision3 er Ársins Átak 2008

26. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, varð felagið Sp/f Decision3 heiðra sum Ársins Átak 2008 .

Ársins Átak verður valt fyri at heiðra virki ella persón, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Í sínum grundgevingum fegnaðist dómsnevndin m.a. um, at so nógv hendir innan nýggju og kreativu vinnurnar, og at vit síggja og uppliva nýtt fyritaksemi, samstarv og váðafús tiltøk innan sniðgeving, ferðavinnu, reklamu­virksemi og kunningartøkni.
Dómsnevndin fegnaðist eisini um at tað er farið at leka alt meira millum teori og praksis, soleiðis at skilja, at gransking og vinnuligi gerandisdagurin eru farin at nærkast hvør øðrum alt meir og meir.
Tað var hesa jaligu gongd í føroyskari vinnulívsmenning, ið dómsnevndin valdi at vísa á í valinum av Ársins Átaki. At hugskot, sprottin úr granskingar­umhvørvi, kennast so mikið verd í vinnu­ligum høpi, at vinnan setir pening í menningina av hugskotinum, einans við teirri trygd, at hon fær sín ágóða, um hugskotið ber sum ætlað.
Decision3 varð stovnað á vári 2006 at fara undir eina granskingarætlan, sum hevði til endamáls at menna eina skipan, sum ger tað møguligt at máta dýpdargangin hjá einum skipi og samstundis máta bylgjurnar rundan um skipið. Harafturat var eisini eitt langtíðarmál at nýta nýggju mátingarnar til orkusparing.
Granskingarætlanin varð frá byrjan stuðlað av Granskingarráði Føroya, Vinnuframa­grunninum og Amerada Hess. Royndir við skipanini umborð á Smyrli hava víst góða orkusparing, og í vár varð avtala gjørd við stóra danska reiðarafelagið Dampskibselskabet Norden A/S um at seta eina royndarskipan í nýtt skip, sum verður bygt í Kina. Hendan skipan er í løtuni um at vera liðugt ísett, og samstarvsavtala er gjørd við Norden um fleiri leveringar, um hendan eydnast væl.
Hetta metti dómsnevndin vera undangongu við lít, og gjørdi tí av, at heiðra virkið, stuðlar og íleggj­arar og mongu ráðgevararnar við Ársins Átaki 2008.
Grundgevingin hjá dómsnevndini kann lesast her.
Les eisini meira um samstarvi millum Desicion3 og Norden á síðu 8-9 á hesari leinkjuni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya