Dentur á vøkstur og búskap í ES

07. februar. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Orka og innovatión vóru í miðdeplinum á ES toppfundi fríggjadagin, og týðandi fet vórðu tikin móti einum sterkari búskaparligum samstarvi millum ES lond.

Tvey týdningarmikil øki vóru hervið á skrá á ES toppfundinum. Hvussu ES-lond kunnu koma longur á vakstrarleið, og hvussu ES skal handfara endurreisingina eftir búskaparkreppuna. Bæði økini hava stóran týdning fyri europæiskt vinnulív.
”Tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at vit fylgja við í tí sum ES setir í verk í hesum krepputíðum, tí hóast Føroyar ikki er limur í  ES, so hevur ES-marknaðurin stóran týdning fyri føroyskt vinnulív”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Europæisk avtala um kappingarevni
Á ES-toppfundinum løgdu Týskland og Frankaríki eitt uppskot fram um at gera eina avtalu um kappingarevni. Við hesum skulu ES-lond binda seg til eitt sterkari búskaparligt samstarv, sum m.a. inniber, at øll ES-lond skulu innføra skuldarbremsur, hækka pensiónsaldurin og samskipa reglur um lønarjavningar og skatt av vinnuvirksemi. Lagt verður upp til, at avgerðir um búskaparsamskipan í ES skulu takast á ES-toppfundinum í mars.
Endadagfesting fyri innara orkumarknaðin
Toppfundurin tók avgerð um eina endadagfesting áðrenn 2014 fyri ein fult virkisførðan innara orkumarknað, tvs. fyri el og gas. Eftir hesa dagfesting skal sínámillum opinleiki valda í øllum ES á marknaðinum fyri orku.
Billiónir fara til orku-undirstøðukervi
ES-stjórnarleiðarar viðurkendu eisini á fundinum, at tað er stórur tørvur fyri íløgum í orku-undirstøðukervi. ES- kommissiónin hevur áður víst á, at tað er tørvur á íløgum fyri góðar 7 billiónir kr. tey næstu 10 árini á orkuøkinum í Europa. Størsti parturin av pengunum skulu nýtast til nýmótansgerð av orku-undirstøðukervinum.
Tað fer at geva eitt betri útgangsstøðið fyri viðvarandi orku og eina fremjan av grøna skiftinum í búskapinum. Tað fer at gera tað møguligt at lækka CO2-útlátið við 80-95 prosentum í 2050, sum ES hevur sett sær sum mál.
Bíligasti vegur til minni CO2
Á ES-toppfundinum var semja um at fara undir orkueffektiviseringar, soleiðis at tað ikki-bindandi málið um 20 prosent orkueffektivitet í 2020 verður uppfylt.
ES skal sambært stjórnarleiðarunum leggja dent á økir við stórsta ikki-gagnnýtta menningarmøguleikanum fyri orkueffektiviseringar, og er tað serliga flutnings- og byggiøkið.
Orkueffektiviseringar eru lutfalsliga sæð ein av teimum bíligastu háttunum at røkka málinum um minni nýtslu av lívrunnum brennievni og minni útlát av CO2.
Leiðin móti nýskapan
Á toppfundinum vóru eisini leiðreglur gjørdar fyri, hvussu tað sonevnda europæiska granskingarrúmið kann fremjast áðrenn 2014. Europæiska granskingarrúmið skal m.a. tryggja størri samstarv fyri granskarar og sum heild samskipa og nýtmótansgera gransking í ES.
Kelda: Dansk Industri

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya