DI: Evropa skal sjálv útvinna ráevni

22. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýtslan av rávørum í Evropu er langt omanfyri okkara framleiðslu. Avleiðingin er, at Evropa er ógvuliga bundin at innflutningi av rávørum.

Henda støðan ger okkum viðbrekin, tá atgongdin til rávørur verður avmarkað. Manglandi evropiska útvinningin og framleiðsla av rávøru merkir eisini, at Evropa missur arbeiðspláss í sambandi við ráevni.

Millum aðrar hesar niðurstøður eru í Globaliseringsredegørelse 2013 hjá Dansk Industri.

“Tað er beinleiðis samanhangur millum at hava atgongd til rávørum og at tryggja størv og framleiðslu í Evropu. Men minuídnaður í Evropa verður í dag ofta afturhildin orsakað av umhvørvis- ella náttúruverju – hóast útvinning og framleiðsla kann verða gjørd umhvørvisliga forsvarliga, um tað er væl lagt til rættis. Vit mugu fáa burtur “ikki heima hjá mær”-støðuna, sum Evropa hevur til minuídnað”, sigur stjórin í DI, Karsten Dybvad.

“Tað er neyðugt at kanna karmarnar hjá ES fyri minuídnaði. Málið eigur at vera, at minuídnaður kann fara fram uttan at skaða umhvørvi, men við varandi vinningi fyri vælstandin og arbeiðspláss í Evropu. Partur at hesum er, at sjálvandi eigur náttúran at verða endurbygd, tá minuídnaðurin er liðugur”, sigur Karsten Dybvad.

Kelda: di.dk.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya