DI hevur 45 viðmælir til kommunurnar

11. mai. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Dansk Industri hevur gjørt ein lista við 45 viðmælum til kommunurnar – hesi eru í stóran mun eisini viðkomandi fyri føroysku kommunurnar.

Niðri hevur Dansk Industri (DI) gjørt eitt skjal við 45 ítøkiligum viðmælum til kommunurnar, um hvussu tær kunnu vera við til at hjálpa fyritøkunum ígjøgnum Corona kreppuna. Eins og í Føroyum hava donsku kommunurnar í ein ávísan mun sett átøk íverk fyri at stuðla lokalu vinnuni. Kommunurnar hava m.a. framskundað at rinda rokningar til privatar veitarar, tryggja neyðansing til starvsfólk í privatu vinnuni og seta fer á viðlíkahalds- og annleggsuppgávur.

Men tað er neyðugt at halda fram við átøkum sigur Kent Damsgaard, stjóri í DI. Hann vísir á, at viðmælini eru gjørd soleiðis, at kommunurnar lætta um kreppustøðuna hjá fyritøkunum her og nú, men átøkini menna samstundis kommununa frameftir.

Íløgur í grøna orku og tøkni

Fleiri av tilmælunum snúgva seg um at hjálpa uppá gjaldførið hjá fyritøkunum, um at betra um kommunalu tænasturnar og at fara burtur frá sanktiónum. Men eisini verður viðmælt, at kommunurnar gera íløgur í grøna orku og tøkni. Hetta eru rák, sum longu eru ígongd og tí rættuliga uppløgd átøk.

Hetta eru eisini átøk sum eru neyðug í Føroyum. Upplagt er at seta fer á viðlíkahaldið av almennu bygningum og vegum. Størru byggiverkætlanirnar, sum hava verið ígongd seinastu mánaðirnar, eru við at vera liðnar. Tí er neyðugt, at planleggingin av nýggjum verkætlanum fer ígongd beinavegin, soleiðis at virksemið ikki steðgar upp.

DI viðmælir kommununum at gera størri íløgur í talgilda undirstøðukervið. Í Føroyum hava vit í Coronatíðini sæð týdningin av at hava eitt væl útbygt talgilt undirstøðukevri, har samfelagið í heilt stóran mun hevur megna at broytt sína arbeiðsgongd til at nýta talgild amboð. Tí er tað upplagt, at halda fram við

at gera íløgur í tøkni og undirstøðukervi, soleiðis at arbeiðsmarknarður framhaldandi gerst meira fleksibul.

Eisini hevur Løgmaður greitt meldað út, at tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at vit keypa føroyskar vørur og tænastur.

Kelda: DI

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4