Brasil og USA kunnu einsamøll økja um laksaeftirspurningin við fleiri hundrað túsund tonsum komandi árini.
Norski iløgubankin DNB legði á fiskivinnumessuni í Brussel fram sínar metingar um gongdina í eftirspurninginum eftir laksi komandi árini. Bankin er bjartskygdur um eftirspurningin eftir laksi, serliga á teimum nýggju marknaðunum, har laksur enn ikki er so vanligur á døgurðaborðunum. DNB vísir m.a. á, at um eftirspurningurin eftir laksi í Brasil og USA í komandi árum fylgir gongdini, sum hevur verið á øðrum marknaðum, kunnu hesir báðir marknaðir komandi 8 árini einsamallir økja eftirspurningin við tils. 740 tús. tonsum, ella á leið 30-40 mia kr.
DNB vísti eisini á góðar vakstrarmøguleikar á øðrum marknaðum, eitt nú í Kina og Australia.
Kelda: Undercurrent news.