Donsk íverksetarafeløg við einum stovnsfæi á 1 kr.

27. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

1. Januar 2014 sá eitt nýtt slag av feløgum dagsins ljós í Danmark: sonevndu íverksetarafeløgini (IVS). Endamálið við íverksetarafeløgunum er at gera tað lættari at gerast íverksetari. Nú minni enn ein mánaða eftir at høvi beyðst, hava omanfyri 500 danskir íverksetarar søkt um at sleppa at stovna eitt slíkt felag, og tað er væl meira, enn roknað varð við frammanundan.

Íverksetarafeløg eru feløg við avmarkaðari ábyrgd, eins og t.d. partafeløg. Tað serliga við íverksetarafeløgum er tó, at tað ber til at stovna eitt slíkt felag við einum stovnsfæi uppá bert 1 krónu. Á henda hátt ber til hjá íverksetarum at royna seg, uttan at seta hús og onnur virði í veð.

Kravt verður tó, at íverksetarin setur 25 % av einum møguligum yvirskoti til síðis, til fæið í felagnum er komið upp á 50.000 kr.

Formaðurin í danska felagnum fyri íverksetar, Christian Walther, heldur tó, at tað er ov tíðliga at siga, um hetta nýggja slagið av felagi verður væleydnað. Royndirnar mugu fyrst vísa, um tað ber til hjá slíkum feløgum at fáa lán, kreditt og samstarvsavtalur. Vandin kann vera, at tú við at stovna eitt íverksetarafelag hevur signalerað til umheimin, at tú ikki hevur so nógvar pengar, og at felagið tí er fíggjarliga veikt.

Í Danmark er kapitalkravið til eitt smápartafelag 50.000 krónur, meðan tað í Føroyum er 80.000 kr.

Kelda: politiken.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya