Donsku kommunurnar sett ferð á útveitingina

25. mai. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Aftaná at tað hevur gingið striltið í fleiri ár, sær endiliga út til, at donsku kommunurnar eru farnar undir at bjóða kommunalar uppgávur út.

Nýggj tøl vísa, at parturin av kommunalum uppgávum, sum verða loystar av privatum veitarum, vaks við 1,1 pct. frá 2007 til 2008. Við hesum hava kommunurnar tikið eitt stórt stig móti málinum uppá 26,5 pct., sum kommunurnar hava avtalað við donsku stjórnina, at tær skulu klára í 2010.
”Hetta er meira, enn vit høvdu vóna fyri bara fáum árum síðani. Aftaná at útveitingarnar vuksu munandi í sambandi við kommunalreformin, er tað flott, at tær annað árið á rað eru vaksnar so nógv”, sigur leiðarin fyri Alment Privat í DI, Henrik Friis.
Tað er fyrst og fremst innan tey teknisku økini sum vegir og viðarlundir, at kommunurnar lata uppgávuloysnina til privat, men eisini innan sosialu økini eru kommunurnar spakuliga farnar at hugsa privat, tá ein uppgáva skal verða loyst.
Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya