Fmfh 1

Dugnaligir lærlingar kappaðust um heiðurin

03. mars. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Eftir tveir spennandi og krevjandi kappingardagar vórðu føroyameistararnir funnir í FM fyri handverkslærlingar

Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku varð skipað fyri FM fyri handverkslærlingar, har lærlingar úr ymsum fakøkum kappaðust um heiðurin at gerast føroyameistari í sínum handverki

Kappingin, sum varð hildin í glæsuligu umstøðunum á Glasi, savnaði nógv áhugað fólk, har bæði fakfólk, arbeiðsgevarar og familjur komu saman at fylgja við spennandi avbjóðingunum, sum lærlingarnir skuldu loysa.

Luttakararnir vístu framúr dugnaskap og nærlagni í teirra arbeiði. Kappingin fevndi um seks ymisk fak, har hvør lærlingur skuldi loysa uppgávur, ið kravdu bæði vitan, gott handalag og kreativa hugsan. Kappast varð í hárfríðkan, el, maskinsmið, timbur, bilsmið og rør- og blikksmið.

Tiltakið var ikki bara kapping, men eisini framsýning av, hvussu týdningarmikil handverksfakini eru fyri samfelagið. Tað var eisini gyltur møguleiki hjá vinnuni at síggja nýggjar og evnaríkar lærlingar, sum í framtíðini verða við til at menna handverksvinnuna í Føroyum.

Við spennandi kappingum, góðum fakligum práti og sterkum felagsskapi var FM fyri handverkslærlingar 2025 eitt væleydnað tiltak. Vinnararnir av kappingini fingu heiður, viðurkenning og ikki minst royndir, sum fara at gagna teimum í teirra víðari yrkisleið.

Eftir tveir spennandi og krevjandi kappingardagar vórðu føroyameistararnir funnir, og teir vórðu:

  • Hárfríðkan: Beinta Mouritsen, Karin’sa
  • El: Karstin av Teiginum Jacobsen, El-Kervið
  • Maskinsmið: Jónas Petersen, MEST Skála
  • Timbur: Elmar Jacobsen, Holm Bygging
  • Bilsmið: Símun Bendix Larsen, Reyni Service
  • Rør- og blikksmið: Ólavur Abrahamsen, Renovent

Myndir: Kateryna Vishchak Joensen

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4