Tunnil

Dýrari tunlar enn neyðugt

18. mars. 2024 | Áskoðan | Sáttmálasamráðingar | Ráðgevaravinna

Greiðar ábendingar eru um, at royndin við einum almennum tunnilsliði ikki er eydnast. Loysnin er sannlíkt nógv dýrari og tekur longri tíð, enn um tunlarnir vórðu bjóðaðir út millum privatar fyritøkur

Loysnin við almennum tunnilsliði er á einum vegamóti. Partvíst tí, at tunnilin til Dals skotin ígjøgnum, og tí ber til at gera status yvir kostnaðin. Og partvíst tí, at umhugsar politiska skipanin at fara undir Tjørnuvíkartunnilin eftir sama leisti sum við Dalstunlinum.

Tí er tað rætta løtan – beint nú -  at eftirmeta kostnaðin av Dalstunlinum, og samanbera kostnaðin við líknandi tunlar, sum privatar fyritøkur hava gjørt seinnu árini. Ein slík eftirmeting eigur ikki at taka drúgva tíð, tí Landsverk hevur longu øll tølini.

Greiðar ábendingar eru um, at almenna tunnilsliðið er væl dýrari enn líknandi tunlar, sum tað privata hevur gjørt seinnu árini. Fyri ein tunnil sum Dalstunnilin, tosa vit sannlíkt um ein meirkostnað á tíggjutals milliónir. Um tað veruliga er so, at eitt alment tunnilslið hevur ein nógv øktan kostnað við sær, eigur almenna tunnilsmodellið at verða endurskoðað. Og tað má sjálvandi gerast áðrenn farið verður undir Tjørnuvíkartunnilin.

Herfyri var borgarafundur um tunniin til Tjørnuvíkar, har tað varð kunnað um ætlanina. Tað má kortini ikki koma fyri, at farið verður undir tunnilin uttan eina eftirmeting av kostnaðinum. Sum samfelag hava vit ikki ráð til at blaka tíggjutals milliónir burtur, uttan at fáa nakað fyri teir pengarnar. Og harumframt verða tunlarnir skjótari lidnir, um privatar fyritøkur standa fyri arbeiðinum.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Ídnaðarferia 2025

    Byggivinnan fer í summarfrí í viku 30, 31, 32

    13. Januar. 2025 | Handverk og ídnaður
    Depositphotos 272277916 Xl