Billede2 (2)

Effektivisering: Ruddið upp í tí almenna vinnuvirkseminum

05. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vit mugu endurskoða bæði raksturin og bygnaðin hjá tí almenna, íroknað partafeløg og grunnar undir almennum eigaraskapi.

Tað er neyðugt at rudda upp í tí almenna vinnuvirkseminum. Bæði land og kommunur mugu steðga við at átaka sær uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú almenna landskassahallið í bestu tíðum bara veksur.

Í Føroyum eru eitt ótal av dugnaligum fyritøkum kring landið, sum eru til reiðar at røkja tær uppgávur, sum tað almenna ofta meira ella minni tilvildarliga hevur átikið sær. Kappingin er vanliga ójøvn, tá ið tað privata skal kappast. Hetta kemst av, at tað almenna vanliga ikki setur krøv um avkast av almenna virkseminum ella at almenna virksemið fær aðrar sersømdir.

Úrslitið er, at bæði land og kommunur brúka almennar skattakrónur til at reka ójavna vinnu. Hetta er ikki skynsamt. Vit kundu eitt nú spurt, hví Landsverk borar tunlar og framleiðir grót, skerv og asfalt ella hví Landssjúkrahúsið hevur størsta vaskarí í landinum?

Fleiri fyrimunir
Tað eru fleiri fyrimunir, um tað almenna burtur av fer at hugsavna seg um sínar kjarnuuppgávur. Ein fyrimunur er, at váðin hjá landi og kommunum minkar munandi, tá ið tey ikki reka vinnukendar uppgávur. Um afturgongd ella kreppur gera um seg, hevur tað almenna ofta trupult við at tillaga virksemið til minkandi tørvin. Hetta er tað privata betri ført at gera.

Ein annar fyrimunur er, at minni váði er fyri at missa fokus á teimum týdningarmestu kjarnuuppgávunum, tá ið tað privata loysir ein størri part av uppgávunum. Samstundis sum eitt nú Landsverk hevur eina røð av uppgávum, ið tað privata kundi loyst betri og bíligari, undrast fleiri á, at tað gongur so illa at stýra stórum byggiverkætlanum. Hetta eigur ikki at koma óvart á nakran.

Privatisering og útveiting
Tað er neyðugt annaðhvørt at privatisera ella útveita fleiri uppgávur, sum tað almenna røkir. Fleiri ítøkilig dømi eru um, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri borgaran at útveita almennar tænastur. Kanska besta dømið er Mykinesfarleiðin, sum tað privata rekur við einari væl betri tænastu, enn hon var, tá ið tað almenna stóð fyri henni.

Vit mugu eisini fara undir at endurskoða bæði raksturin og bygnaðin hjá tí almenna, íroknað partafeløg undir almennum eigaraskapi. Tað er til dømis ikki grundarlag fyri at reka Posta sum eitt alment partafelag longur. Uppgávurnar hjá gamla Postverki Føroya eru so nógv broyttar, at kjarnuuppgávurnar í dag eru av slíkum slagi, at tað eru fleiri privatar fyritøkur, sum reka líknandi virksemi. Tí eigur Posta at verða selt.

Yvirhøvur er tað neyðugt við einum nógv skynsamari almennum rakstri. Vøksturin í almennu útreiðslunum heldur fram at vaksa. Tí er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa.

Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri.

Almenni geirin effektiviserast
Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir. Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at minka um talið á kommunum, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.

Tað er neyðugt at effektivisera tann almenna geiran á fleiri økjum. Eitt grundleggjandi og neyðugt stig er at gera eitt høvuðseftirlit, har allar uppgávurnar verða gjøgnumgingnar. Endamálið er at vísa á, um uppgávan liggur betri hjá tí privata, annaðhvørt sum ein privatisering ella at uppgávan verður útveitt. Soleiðis kann tað almenna fáa betri umstøður til at reka sítt kjarnuvirksemi, meðan privata vinnan ger tað sum hon dugir best – at reka vinnuvirksemi.

Lesið meira í ársfrásøgnini her

Annað á breddanum

  1. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið hava handað krøv

    Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið eru byrjaðar, tá partarnir mikudagin 20. november handaðu hvørjum øðrum krøv fyri sáttmálarnar hjá Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.

    20. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Starvsfelagið Handa Krøv
  2. Flogternur fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur er undirskrivað

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Súlan
  3. Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogteknikarar

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 13. november semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    18. November. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Vika 47 Flogteknikarir