Effo: Sølan av brennievni nakað minkað

21. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Effo er ikki millum harðast raktu fyritøkurnar í sambandi við corona. Verður skipaflotin ávirkaður, kann tað tó fáa stórar avleiðingar fyri okkum, sigur stjórin, Janus Thomsen.

Hóast tey selja nakað minni av brennievni í hesum døgum, letur stjórin í orkufelagnum, Effo, hampiliga væl at.

Størstu mongdirnar í søluni hjá Effo er gassolja til húsarhald og brennievni til skipaflotan. Og júst hesi økini tykjast vera rættiliga støðug enn.

Í løtuni síggja tey onga broyting í oljunýtsluni til upphiting av húsum.

- Flestu húsarhald hava automatiska áfylling, so vit síggja ongan mun nú. Tað vita vit kanska við ársenda, sigur Janus Thomsen.

Skipaflotin tykist ikki nógv ávirkaður sum er. Okkurt skip er lagt, men tey allarflestu eru í gongd. Og tí er sølan av brennievni til skip lítið broytt.

Dýrt at steingja

Hinvegin ávirkaði tað rættiliga nógv, tá bensinstøðirnar stongdu í seinnu helvt av mars fyri at avmarka smittuvandan. Tó var møguligt at keypa bensin og diesel úti á forplássunum og rinda við gjaldskorti.

Hjá Effo var stongt frá 19. mars og til 1. apríl. Hetta merkti nógvar mistar inntøkur, tí vanliga fara fitt av vørum yvir um diskin á bensinstøðunum. Vikurnar 12, 13 og 14, harav bensinstøðirnar vóru stongdar knappar tvær vikur av tíðarskeiðnum, minkaði sølan í handlunum 71% sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Bensin og diesel minkað

Eisini sølan av bensini og diesel minkaði hesar tríggjar vikurnar.

- Bensinið lækkaði 27% í mun til sama tíðarskeið í 2019, og diesel lækkaði 10%, sigur Janus Thomsen. Nú vit eru komin væl út í apríl, er sølan framvegis nakað lægri enn somu tíð í fjør, metir hann.

Flogvinnan ávirkar

Avmarkaða flogferðslan millum Føroyar og umheimin ávirkar eisini. Sølan av brennievni til flogfør er minkað 74%, síðan flogferðslan meira ella minni steðgaði.

- Øll minking er sjálvsagt óheppin, men nøgdirnar í Jet Fuel eru ikki so stórar. So hóast minkingin er stór í prosentum, so er avleiðingin avmarkað í mun til restina av virkseminum hjá Effo, sigur Janus Thomsen.

Prísurin á ráolju er fallin munandi á heimsmarknaðinum orsakað av corona. Fyri føroyska oljufelagið er hetta bara jaligt. Oljuúrdráttirnir verða bíligari at keypa inn, og kunnu seljast bíligari til kundan, sum hevur lættari við at rinda fyri oljuna.

- Ein lágur oljuprísur er jaligt fyri øll, uttan tann, sum framleiðir oljuna, sigur Janus Thomsen.

Skermar og spritt

Hjá Effo starvast um 200 fólk. Roknað til ársverk er tó talan um 92 fulltíðarstarvsfólk, tí nógv ungfólk arbeiða partstíð á bensinstøðunum.

Effo hevur brúkt nógva orku til at verja bæði starvsfólk og viðskiftafólk móti smittu. Klárir plastskermar eru settir upp við kassarnar á bensinstøðunum. Spritt stendur við inngongdina, og inni eru vegleiðingar um at halda frástøðu.

- Tað eydnaðist væl at lata bensinstøðirnar upp aftur. Vit stongdu, tá coronasmittan var í hæddini, men vit søgdu beinanvegin, at vit fóru at lata upp aftur 1. apríl. Og vit halda eisini, at tað var forsvarligt at lata upp tá, sigur Janus Thomsen.

Á høvuðsskrivstovuni á Óðinshædd í Havn starvast dagliga 28 fólk. Fyri at avmarka smittuvandan arbeiða tey flestu heimanífrá, meðan eini 6-8 fólk møta á skrivstovuni.

Búskapurin avger søluna

So alt í alt er ein lágur oljuprísur jaligt fyri øll, fyriuttan tann sum framleiðir oljuna.

Hvussu árið 2020 verður hjá Effo, veldst nógv um búskaparligu gongdina annars.

- Vit selja so nógv, sum marknaðurin hevur tørv á. Er stagnatión í búskapinum, minkar hjá okkum. Er gongd í samfelagnum, so selja vit nógv.

Rakar ein afturgongd føroyska skipaflotan, kann hetta gerast ein smeitur fyri Effo, tí har eru tær stóru nøgdirnar av brennievni.

- Tað fær stóra ávirkan á okkum, um fleiri skip verða løgd, sigur Janus Thomsen.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L