Eftirlønarnýskipanin góð – men ov nógv ógreið viðurskifti

14. mars. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sum útgangsstøði undir við uppskotinum, men neyðugt er við tillagingum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta støðu, at soleiðis sum demografisku útlitini fyri føroyska samfelagið eru, er eftirlønarnýskipanin, sum nú er løgd fyri Tingið, bæði týdningarmikil og neyðug. Felagið tekur tí yvirhøvur undir við uppskotinum. Tað eru tó framvegis viðurskifti í lógarverkinum, sum eru ógreið og ov illa lýst.

Tað hevur sera stóran týdning, at uppskotið til eftirlønarnýskipan ikki vikar ta javnvág, sum er á arbeiðsmarknaðinum, tá tað til lønarviðurskifti kemur. Henda javnvág er úrslit av samráðingum gjøgnum fleiri áratíggir millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Í samráðingunum hava fakfeløgini valt at leggja størri og minni part av lønini til eftirløn. Hvussu hetta lutfallið skal vera, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag sum so ikki blanda seg í. Tá lønarhækkingin er komin uppá pláss, eru tað fakfeløgini, sum vegna sínar limir hava valt, hvussu lønin skal býtast.
Tað er tí týdningarmikið at hildið verður fast við hetta princip – at tað er einstaki løntakarin, ella fakfeløgini teirra vegna, sum eiga lønina herundir eftirlønina. Tað er eisini einstaki løntakarin, sum eigur útgjaldið av eftirlønini, tá viðkomandi er komin til eftirlønaraldur.
Skyldan at gjalda til eftirlønarskipanina skal tí liggja hjá hinum einstaka, og gjaldið eigur at verða tikin av lønini!
Soleiðis sum uppskotið um eftirløn er orðað, er ætlanin at leggja eftirlønargjaldið omaná lønina, og á henda hátt við lóg fremja eina lønarhækking. Verður hetta gjørt, verður lønin til tey, sum í dag ikki gjalda til eftirløn, lutfalsliga hægri enn lønin hjá teimum, sum longu hava fingið eftirlønarviðurskiftini uppá pláss. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ilt við at ímynda sær, at hetta er ætlanin hjá politisku flokkunum.
Somuleiðis vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at tað stendur í uppskotinum, at uppskotið fer at hava negativar fíggjarligar avleiðingar fyri borgarar, tí útgoldna lønin fer at lækka. Men tað verður eisini sagt, at tað kann hava negativar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnulívið, tí gjaldast skal til eftirlønarskipanina. Hetta hongur ikki saman.
Harafturat verður sagt aðrastaðni í lógaruppskotinum, at ávís viðurskifti verða latin pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at taka sær av, tí uppskotið tekur ikki hædd fyri hesum. Hetta er alt ov tilvildarligt, tá hugsað verður um, at tað er ein sera týdningarmikil partur av okkara samfelagsbygnaði, sum verður broyttur, og at arbeitt hevur verið við hesum í longri tíð. Eisini hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ferð eftir ferð gjørt vart við hesi viðurskifti. Tað er stutt sagt ov lætt, ikki at taka støðu til gjaldsskylduna, og leggja hana til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Eftirlønarnýskipanin er ein skipan, sum verður gjørd, fyri at einstaki borgarin skal hava ein tryggan aldurdóm peningaliga sæð, samstundis sum hetta ikki skal gerast ein ov tung byrða hjá samfelagnum. Sum so einki við arbeiðsgevarin at gera. Tí er eingin ivi um, at inngjaldsskyldan skal liggja á løntakarinum, og hetta skal standa greitt í uppskotinum.
At tað so reint praktisk er neyðugt, at arbeiðsgevarin skal inn í myndini fyri at fáa peningin fluttan, er ein onnur søga, sum onki hevur við inngjaldsskylduna at gera. Føroya Arbeiðsgevarafelag væntar tó at fáa eina nágreiniliga kunning av og verða tikin við í viðgerðina av, hvussu innkrevjingin reint tekniskt skal fara fram..   
Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag sum nevnt grundleggjandi tekur undir við uppskotinum, eru ov nógv ógreið viðurskifti viðvíkjandi inngjaldinum, bæði inngjaldsskylduni og tí meiri praktiska partinum. Tað ber ikki til at leggja eitt uppskot við so grundleggjandi broytingum í okkara samfelagsbygnaði fyri Tingið, uttan at tað er púra greitt, hvar inngjaldsskyldan liggur.
Sum sagt er Føroya Arbeiðsgevarafelag tó sinnað at arbeiða saman við Fíggjarmálaráðnum fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L