Í sambandi við sparingar í einari danskari fyritøku varð ein innkeypshjálpari, sum var við barn, søgd úr starvi. Kvinnan helt at munur varð gjørdur á henni og øðrum, tí at hon var við barn, og saman við fakfelagnum kærdi hon tí arbeiðsgevaran til donsku javnstøðunevndina. Javnstøðunevndin fríkendi tó fyritøkuna, tí tað varð prógvað, at sakligar grundir vóru fyri uppsøgnini.
Fyritøkan var leingi í fíggjarligum trupulleikum og mátti tí fleiri ferðir gera tillagingar. Talan var serliga um útveiting av arbeiðsuppgávum og uppsagnir av starvsfólkum. Eftir umleið einum ári, hevði fyritøkan sagt 118 fólkum úr starvi. Tá síðstu uppsagnirnar vóru framdar, vóru eingi fólk uttan servitan eftir í fyritøkuni. Tískil máttu tey, ið høvdu ymiska servitan sjálvi loysa tær uppgávurnar, ið hjálparfólkini áður høvdu gjørt.
Eisini á innkeypsdeildini vórðu fólk søgd úr starvi. Millum hesi var ein innkeypshjálpari, ið var við barn. Fyritøkan grundgav uppsøgnina við, at komandi avbjóðingarnar, ið fevndu um at optimera alla framleiðsluna, kravdu fólk við servitan og drúgvum royndum. Tí vóru bæði innkeypsstjórin og innkeypshjálparin søgd úr starvi, og í staðin var ein persónur við serligari ”SupplyChain-vitan” settur í starv.
Fyritøkan metti, at kvinnan, ið var við barn, ikki kundi flytast í annað starv í fyritøkuni, tí eingi størv vóru til fólk, ið ikki høvdu eina serliga vitan. Um sleppast skuldi undan uppsøgn, var ein annar møguleiki at førleikamenna innkeypshjálparan, men fyritøkan metti tó, at tann neyðuga førleikamenningin hevði tikið ov langa tíð.
Frágreiðingarnar hjá fyritøkuni vórðu viðgjørdar í donsku javnstøðunevndini, ið kom fram til:
· At fyritøkan hevði framt eina størri umskipan.
· At kvinnan ikki var søgd úr starvi orsakað av barnsburðinum, men orsakað av umskipanini.
· At kvinnan ikki kundi flytast í annað starv ella førleikamennast innanfyri eitt rímiligt tíðarskeið.
· At fyritøkan hevði lyft próvbyrðuna fyri, at uppsøgnin ikki var grundað í barnsburði.
Tí varð fyritøkan fríkend.
Kelda: di.dk
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi