El Niño væntast at ávirka alivinnuna kring heimin

19. oktober. 2015 | Tíðindi | Havbúnaður

Afturvendandi veðurfyribrigdið væntast at ávirka fiskiskapin eftir fiskasløgum, sum verða nýtt til framleiðslu av alifóðri. Prísurin á alifóðri kann tí hækka.

Afturvendandi veðurfyribrigdið El Niño er í menning, og sambært veðurlagsgranskarum verður El Niño hesu ferð væntandi tað kraftmiklasta av teimum, sum hava verið seinastu 20 árini. Hetta væntast m.a. at ávirka fiskiskapin í Kyrrahavinum eftir teimum fiskasløgum, sum vanliga verða nýtt til fiskamjøl og fiskalýsi, og merkir hetta, at tilgongdin av marinum rávørum til fóðurframleiðslu til alivinnuna verður minni. Í vinnuni verður tí væntað at fóðurprísurin fer at økjast.

Sum dømi kann nevnast, at í Peru, sum framleiðir uml. 20% av heimsframleiðsluni av fiskamjøli, væntast fiskiskapurin eftir ansjósum at minka í stórum orsakað av El Niño. Um so er, at peruvianski ansjósfiskiskapurin kollapsar, fer at standa á at fáa neyðugu marinu rávøruna til fóður til alivinnuna kring heimin.

Seinnu árini hava fleiri stórir fóðurframleiðarar skift part av marinu rávøruni út við vegetabilska rávøru, sum ger teir minni tengdar at tilgongdini av fiskamjøli. Framvegis er tó eingin ivi um, at minkandi fiskiskapur eftir fiskasløgum, sum vanliga verða nýtt til fiskamjøl, fer at ávirka alivinnuna sum heild.

El Niño er eitt veðurfyribrigdi, har hitin økist munandi í eystara parti av Kyrrahavinum við ekvator, og hetta ávirkar verðurlag og umhvørvi, ikki bert í Kyrrahavinum, men kring allan heim. El Niño er eitt afturvendandi, men óregluligt fyribrigdi, og styrkin á fyribrigdinum er eisini ymisk frá ferð til ferð.

Kelda: www.kyst.no

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L