Í Elcon hava tey onki merkt til korona, tá tað kemur til eftirspurning av el-arbeiði. Tvørturímóti hava tey ongantíð havt so nógv at gera sum beint nú, og í longri tíð hava starvsfólkini tikið eitt stórt tak, fyri at loysa tær uppgávur, sum kundin eftirspyr
Okkum manglar í miðal eini trý fólk til at halda verandi virksemi koyrandi, sigur Karstin Joensen, stjóri í Elcon. Vit hava ein góðan fastan kundaskara, og vit ynskja eisini framhaldandi at vera við í kappingini um nýggjar verkætlanir. Verandi støða við starvsfólkatroti er tí avbjóðandi, sigur Karstin Joensen.
Hvørja viku leggur leiðslan eina ætlan fyri arbeiði í fyritøkuni, men tað er skjótt, at okkurt óvæntað kemur uppí. Tí er tað ein telving hvønn dag, og hetta er ein stórur partur av arbeiðinum hjá leiðsluni. Vit kunnu skjótt vera í tí støðu, har torført er at halda tíðarfreistir, og tað leggur trýst á starvsfólkini, sum skulu renna skjótari, og á fyritøkuna sum heild, sigur Karstin Joensen.
Hevði tað ikki verið fyri okkara dugnaligu og arbeiðsomu starvsfólk, so hevði verið torført at fingið gerandisdagin at hanga saman, sigur Karstin Joensen.
Finna ongi ófaklærd arbeiðsfólk
Elcon er í tí hepnu støðu, at tey hava fleiri lærlingar. Tíbetur er ein stórur áhugi hjá ungum at fáa lærupláss í Elcon, men tað er trupult at fáa lærlingar at støðast í vinnuni eftir lærutíðina. Somuleiðis er tað ein avbjóðing í gerandisdegnum, tá lærlingarnir eru í skúla. Tá merkist beinanvegin, at vit mangla hendur.
Vit hava í longri tíð leitað eftir arbeiðsfólki at hjálpa til og loysa smærri uppgávur, sum ikki krevja ein elektrikara. Men tað vísir seg at vera ógjørligt at finna arbeiðsfólk í Føroyum. Vit hava somuleiðis mangar ferðir spurt eftir fólki hjá ALS, men hvørja ferð uttan úrslit, sigur Karstin Joensen.
Hetta gongur ikki í longdini
Vit duga væl at síggja, at starvsfólkini kunnu ikki arbeiða á henda hátt í longri tíð. Tað er lítið hugaligt at koma til arbeiðis hvønn dag og verða noydd at renna skjótt millum uppgávurnar og hava eina kenslu av, at ein ikki strekkir til, sigur Karstin Joensen.
Tí umhugsa vit í løtuni, hvat vit skulu gera frameftir. Skulu vit einans hugsavna okkum um kjarnukundarnar og harvið siga nei til kundar? Hetta er ein keðilig støða, tí hetta er ikki nakað, sum vit ynskja.
Er nøkur loysn?
Í longri tíð hava vit sæð, at elektrikarar velja at fara til Noregs at arbeiða orsakað av skattafyrimunum.
Loysnin hjá okkum er ikki at hækka lønina, tí vit eru longu hart pressaði við lønini, og vit missa tískil okkara kappingarføri, sigur Karstin. Hann heldur, at neyðugt er at gera tað eins lokkandi at arbeiða í Føroyum sum í Noregi.
Karstin nevnir eisini, at landið og kommunur eiga at verða betri til at stýra teirra verkætlanum, soleiðis at tað almenna tálmar íløgurnar í góðum tíðum og setir gongd í verkætlanir í verri tíðum. So kunnu privatu fyritøkurnar arbeiða undir støðugum karmum.