Eldgosið ávirkar laksaprísin

19. apríl. 2010 | Tíðindi | Havbúnaður

Eldgosið í Íslandi ávirkar prísin á laksi. Serliga eru tað avmarkingarnar í flogferðsluni, sum gera, at vørustreymurin av laksi er broyttur og tískil er meiri fiskur á evropeiska marknaðinum nú enn vanligt.

Sambært norska fiskaríblaðnum Intrafish eru ábendingar um, at prísurin á laksi á spottmarknaðinum er ávirkaður neiliga vegin orsaka av eldgosinum í Íslandi. Orsøkin er at finna í avmarkingunum í flogferðsluni , tí nógvur laksur verður fluttur loftvegis bæði til USA og Asiu við flogfari. Tá laksurin ikki sleppur á hesar marknaðir við flogfari verður hann í staðin seldur á ES marknaðinum og er hetta helst orsøkin til prísfallið (Kelda: Intrafish.no).
Henda støðan ávirkar eisini føroysku alivinnuna, sum flytur stórar nøgdir av laksi umvegis Bretland til USA við flogfari.
Hvussu prísgongdin vil útvikla seg er tó ikki lætt at spáa um, tí eingin veit nær avmarkingarnar í flogferðsluni vilja javna seg aftur

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya