Elveitingin til føroyskt vinnulív tann dýrasta í Evropa

13. januar. 2020 | Áskoðan

Nýggj samanbering, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, vísir, at føroyskar ídnaðarfyritøkur sum heild gjalda hægstu elprísirnar í Evropa. Munurin í elprísinum millum Føroyar og útheimin er øktur munandi síðani 2011. Hetta ger føroyskar ídnaðarfyritøkur minni kappingarførar, og ger tað minni lokkandi at framleiða og meirvirka í Føroyum. Landsmyndugleikarnir mugu nú gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu skipa elframleiðsluna, so vit fáa lækkað tann høga føroyska ídnaðarprísin og minkað munin til okkara størstu kappingarneytar.

Ein samanbering av elprísunum í Føroyum og øðrum evropeiskum londum vísir, at føroysku elprísirnir fyri ídnaðarkundar eru teir hægstu í Evropa, um talan er um eina vinnufyritøku við stórari ella miðalstórari elnýtslu. Fyri kundar við lítlari elnýtslu, eru føroysku elprísirnir eisini millum teir hægstu í Evropa.

Gongdin í elprísunum síðani 2011 vísir, at føroyska kappingarførið er versnað við tað, at munurin millum elprísirnar í Føroyum og øðrum evropeiskum londum er øktur. Um samanborið verður við onnur fiskavøruframleiðandi lond sum Ísland, Noreg og Danmark, hevur gongdin verið serstakliga neilig fyri føroysku ídnaðarkundarnar, tí prísmunurin er nógv øktur seinastu árini.

Samanberingin av elprísunum kann lesast her.

Høgi føroyski elprísurin kann vera avgerandi fyri, hvørja framleiðslu tað loysir seg at fara undir í Føroyum. Um talan er um orkukrevjandi framleiðslu, og ein føroysk fyritøka skal rinda 3-4 ferðir so høgan elprís sum í øðrum landi, er tað lítið sannlíkt, at føroyska framleiðslan er kappingarfør.

Harumframt ger hækkandi elprísurin tað minni lokkandi hjá ídnaðarfyritøkum at leggja um til elriknar nýtsluskipanir, sum er ein fortreyt fyri grønu umleggingini.

Samstundis sum elprísirnir hava verið hækkandi, hevur yvirskotið hjá SEV í tíðarskeinum 2014-18 í miðal verið uml. 76 mió kr um árið, í mun til eina samlaða sølu á góðar 400 mió kr. um árið.

Verandi gongd við vaksandi muni millum elprísirnar í Føroyum og í útheiminum kann ikki halda fram.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsmyndugleikarnir nú mugu gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu fáa gongdina í idnaðarprísunum aftur á beint, og hvussu elmarknaðurin kann skipast, so hann er tann gagnligasti fyri brúkaran. Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur fegið í einum slíkum arbeiði at viðgera elmarknaðin, um tað er boð eftir felagnum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L