Enn einaferð hava føroyingar staðið seg væl í kapping uttanlands. Hesaferð er tað føroyska matmentanin, ið hevur megnað at vunnið tríggjar matvirðislønir í norðurlendsku kappingini Emblu. Virðislønirnar vórðu handaðar í Keypmannahavn í farnu viku.
Siðbunda føroyska matmentanin verður í dag vird á ein hátt, vit ikki kundu droymt um fyri bert fáum árum síðani. Rákið er við okkum, men tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit í dag eru í hesi støðu.
Tey innstillaðu eru øll dømi um eldsálir, sum menna nýggjar vørur og tænastur við uppruna í føroyskari matmentan. Dímunargarður framleiðir, Leif Sørensen granskar og gongur undan, Gutti Winther miðlar og Heimablíðni bjóðar gestunum innum. Ja, mangir løkir smáir gera stórar áir. Fyrr í ár fingu vit enntá eina Michelinstjørnu. Viðurkenningin uttan úr heimi er ikki at ivast í.
Siðaarvur okkara er bæði serstakur og einstakur, og tað trýtur ikki við førleikum og hugskotum. Tað verður bygt uppá og endurnýggja. Tað er ein fongur fyri okkum øll, at fólk við áræði og íblástri leggja sína orku í henda partin av matvinnuni.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku við Emblu-virðislønunum.