Enn eitt samgonguskjal!

29. september. 2008 | Áskoðan

Fyri aðru ferð í ár er nýggj samgonga skipað og samgonguskjal skrivað. Spennandi verður at síggja arbeiðslagið hjá samgonguni og í hvønn mun flokkarnir klára at skipa seg innanhýsis, so tað slepst undan, at einstakir tinglimir fara í sjálvdrátt.

Tað eru fleiri stór mál, sum liggja fyri framman. Samgonguskjalið umrøður nøkur av hesum málum
Viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarviðurskiftum so nevnir samgonguskjalið semingslógina, ALS og Barsilsskipanina. ALS lóggávan trongir til at verða endurskoðað og sær Føroya Arbeiðsgevarafelag fram til, at lógin verður tillagað. Tað er av alstórum týdningi, at tillagingar verða gjørdar soleiðis, at ALS skipanin ikki avlagar arbeiðsmarknaðin. Semingslógin er ikki nútíðarhóskandi og tað er gott, at arbeiðið verður sett í gongd við at broyta hana, soleiðis at hon verður hóskandi nútíðar arbeiðsmarknaðinum.
Fíggjarliga gongst ikki væl í fiskivinnuni í løtuni, tí fyritøkurnar í vinnuni, tað verið seg skip ella virkir, forvinna ikki pening. Lítil ivi er um, at vinnan tey næstu árini fer at fara ígjøgnum nakrar tillagingar, sum vilja gera vinnuna betri kappingarføra í longdini. Tað er av alstórum týdningi, at henda tillaging fer fram og fær loyvi til at fara fram, soleiðis at vinnan gerst fíggjarliga burðardygg.
Marknaðaratgongd er av alstórum týdningi, men tað eru viðurskifti, sum ikki ber til at samráða seg burturúr. Evropeiski keyparin er kræsin og tilvitaður um alt fleiri viðurskifti, tí er tað av alstórum týdningi, at fiskastovnarnir mugu verða umsitnir lívfrøðiliga burðardygt, soleiðis at til ber hjá føroyskum virkjum at selja vørurnar har, sum besti prísurin fæst.
Samlaða útflutningsvirðið higartil í ár er minni enn undanfarna ár. Innflutningurin av vørum er minkaður nakað, men høgi oljuprísurin ger, at innflutningsvirði er høgt. Tað er tí av stórum týdningi, at karmarnir fyri føroyskari útflutningsvinnu generelt eru góðir og stimbrandi, soleiðis at vit fáa bøtt um handilsjavnan.
Í tænastuvinnuni gongur væl. Nógv er at gera enn, men tað eru tekin um stagnasjón. Seinasta hálva árið ella so er stígur komin í almennu íløgurnar. Tað er týdningarmikið fyri tænastuvinnuna – serliga byggivinnuna - at ætlaðu almennu íløgurnar verða gjøgnumførdar, soleiðis at tann stagnasjón, sum annars er, ikki kemur at køva vinnuna, men tryggja, at vinnan framhaldandi kann halda virkseminum uppi.
Privatisering er nevnd í samgonguskjalinum. Hetta er jaligt og ein partur av tillagingini, sum skal gerast av føroyska samfelagnum og gleðist Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at samgongan hevur ætlanir um at halda fast í privatiseringstilgongdini.
Viðvíkjandi útlisiteringum so hava vit seinastu tíðina lagt merki til, at almennir stovnar økja um sítt virksemið við at átaka sær uppgávur, sum vinnufyritøkur eins væl kundi átikið sær. Hetta er ein óheppin gongd. Vit vóna og vænta, at samgongan fer at arbeiða fyri at bjóða tey arbeiðir út, sum vinnufyritøkur kunnu átaka sær. Eingin ivi er um, at vinnufyritøkur í kapping kunnu gera arbeiðir fyri meira kappingarføran prís, enn almennir stovnar kunnu.
Umhvørvis- og orkuspurningar verða alt meira umrøddir og nevnir samgonguskjalið eisini hesar. Í 2009 verður fundur í Keypmannahavn, har heimsins lond seta seg niður at viðgera á hvønn hátt londini skulu taka ábyrgd fyri at minka um CO2 útlátið. Tað er av alstórum týdningi, at politiska skipanin, vinna og føroyingar sum heild fyrireika seg væl, undan hesum fundi. Somuleiðis, undan fundinum, hava gjørt sær greitt, í hvønn mun Føroyar skulu luttaka í at minka um CO2 útlátið. Eitt er greitt og tað er, at heimssamfelagið krevur av okkum, at vit luttaka.
Annars vil Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskja samgonguni blíðan byr.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L