Orsakað av stórum eftirspurningi skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið enn einaferð fyri skeiði í nýggju byggireglunum, sum tekur støði í bygningskunngerðini, BK17. Skeiðið verður á Hotel Hafnia týsdagin og mikudagin 29. og 30. mai. Freistin at tekna seg er á middegi fríggjadagin 25. mai.
Fyri at brynja byggivinnuna til at umsita og handfara nýggju byggireglugerðina, BK17, skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið í samstarvi við Landsverk fyri skeiðum í nýggju byggireglunum.
Sum ein liður í at førleikamenna vinnuna endar hvørt skeið við einari roynd, ið – um royndin verður staðin – gevur eitt próvbræv. Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið arbeiða fram ímóti, at byggiharrar og byggimyndugleikar í framtíðini kunnu krevja, at tey, sum søkja um byggiloyvir, í ávísum førum skulu hava próvbræv fyri at hava staðið roynd í BK17.
Skeiðið, sum verður týsdagin og mikudagin 29. og 30. mai, standa Marius Müller, deildarleiðari í Tórshavnar kommunu, og Rúni Abrahamsen, arkitektur hjá MAP Arkitektum fyri, og hetta skeiðið tekur støði í kapittul 1-3 í BK17.
Skráin fyri skeiðið er hendan:
Dagur 1
08.15 Morgunmatur
08.30 Innleiðing
08.45 Býarskipan og byggisamtyktir
09.15 Byggilógin og tilbúgvingarlógin
09.30 BK17 - Innleiðing til alla kunngerðina
09.45 BK17, kap. 1 - Fyrisitingarligar ásetingar
12.15 Døgurðasteðgur
13.00 BK17, kap. 2 - Byggiregulerandi ásetingar
15.15 BK17, kap. 3 - Innrætting av bygningum
16.00 Liðugt
Dagur 2
08.15 Morgunmatur
08.30 Innleiðing
09.00 Bk17, kap. 3 - Innrætting av bygningum
12.15 Døgurðasteðgur
15.00 BK17, kap. 6 - Inniumhvørvi
16.00 Liðugt
Kostnaðurin fyri skeiðið er 4.000 kr. Um ein ynskir at fara upp í roynd, er prísurin 1.500 kr.
Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tlf. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”BK17 skeið”.