Enn eru nøkur fá pláss eftir til tiltakið um alment innkeyp, ið verður á Hotel Tórshavn 25. november.

22. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Talan er um eitt tiltak har umboð fyri kommunurnar koma at greiða frá, hvussu teirra innkeyp er skipað. Harafturat koma umboð frá landinum at greiða frá, hvussu teirra innkeyp er skipað.

Gestarøðarar eru úr ávíkavist Dansk Industri, umboðandi tað privatu vinnuna í Danmark og Gribskov kommunu, umboðandi tann kommunala innkeyparan. Tey fara m.a. at greiða frá teirra royndum at fáa eitt gott samstarv við privatu vinnuna. Eisini verður eitt innlegg har umboð fyri føroyska fyritøku greiðir frá teirra royndum frá almennum innkeypi í Føroyum.
Tiltakið er m.a. ætlað fyritøkum, sum (vilja) selja til tann almenna geiran, umframt tey, ið luttaka í innkeypi í tí almenna- og kommunala geiranum. Øll áhuga eru tó vælkomin.

Melda teg til her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya