Er tað í lagi, at almennir stovnar bjóða uppá síni egnu útboð?

16. juni. 2014 | Áskoðan

Hvussu kann ein almennur stovnur bjóða eitt arbeiði út, sjálvur bjóða uppá uppgávuna, meta um innkomnu tilboðini og enda við at geva sær sjálvum arbeiðið?

Hetta er ein spurningur, sum hevur verið frammi áður, men tað tykist ikki sum um, at nakar heldur, at skipanin skal broytast.

Fyri nøkrum árum síðani gav táverandi landsstýriskvinnan í innlendismálum Landsverki boð um, at asfaltering skuldi bjóðast út alment. Hetta var gjørt orsakað av, at Landsverk sjálvt gjørdi asfalteringina, hóast privatar fyritøkur eins væl kundu gera hetta. Eftir hetta fór Landsverk at bjóða út asfalteringina, og hóast hetta var eitt framstig, vísti tað seg tó, at Landsverk eisini sjálvt bjóðaði uppá hesar uppgávur.

Tað verður sagt, at orsøkin til, at Landsverk skal bjóða uppá arbeiðini er, at hetta tryggjar kapping um uppgávuna. Tað eru tó fleiri stórir veikleikar við hesum argumenti. Ein av hesum veikleikum er, at Landsverk er við til at upprætthalda ein yvirkapasitet á økinum, sum í longdini helst er ein forðing fyri, at kostnaðurin av asfaltering kann lækka yvir tíð. Færri tól og útgerð, sum kunnu gera tað sama arbeiðið, hevði givið betri lønsemi og harvið lægri kostnað.

Ein annar veikleiki er spurningurin um gegni. Vanliga verður tað gjørt nógv fyri, at tann fyritøkan, sum er við til at fyrireika eitt útboð, ikki eisini er við til at bjóða uppá arbeiðið. Orsøkin er, at man vil sleppa undan illgrunanum um, at krøvini verða sett á ein hátt, sum tænir einum sjálvum best, og man tí fær ein kappingarfyrimun.

Tann triðji er spurningurin um marknaðarstødd. Besti mátin at tryggja eina munagóða kapping á privata marknaðinum er ikki neyðturviliga at tvíhalda um eina almenna framleiðslu. Kappingin kann eisini tryggjast við at økja um støddina á marknaðinum, t.e. at útveita meira. Tá tað frammanundan eru fyritøkur á marknaðinum, kann ein størri almenn útveiting bara styrkja um møguleikan hjá fleiri fyritøkum at klára seg á hesum marknaðinum, og harvið tryggja kappingina. Leikluturin hjá Landsverki verður tá tann sami, sum hann er í øðrum byggi- og annleggsverkætlanum hjá landinum: At bjóða arbeiðið út millum privatu fyritøkurnar, velja besta tilboðið, og síðani eftirkanna, at arbeiðið lýkur settu krøvini. Eingin orsøk tykist at vera at viðgera asfaltøkið øðrvísi enn annað virksemi hjá Landsverki, tá ein privatur marknaður fyri asfaltframleiðslu og –álegging longu er í Føroyum, og møguligt er at styrkja henda enn meira.

Tíverri vísir tað seg, at almennir stovnir, sum sjálvir bjóða uppá síni arbeiði, treyðugt sjálvir vilja sleppa hesum møguleika. Tá so er, eigur politiski myndugleikin at taka stig til at broyta skipanina. Eitt upplagt stað at byrja er í samband við asfaltering hjá Landsverki.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L