Er tín fyritøka klár til nýggju dataverndarlógina?

02. november. 2020 | Tíðindi | KT- og samskifti

Nú ber til at melda seg til kunningartiltakið um nýggju dataverndarlógina, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri í Klaksvík og í Havn í november.

Tað er ein sannroynd, at fleiri fyritøkur kenna seg ótryggar, nú nýggj dataverndarlóg kemur í gildi 1. januar komandi ár. Talan er nevniliga um umfatandi broytingar, sum fyritøkur skulu venja seg við. Fyri at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum fyritøkur hava, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið fyri kunnandi tiltøkum. Tað fyrra verður í Spinnarínum í Klaksvík mikudagin 11. november, meðan seinra tiltakið verður í Vinnuhúsinum í Havn mikudagin 18. november. Bæði tiltøkini byrja kl. 14.00.

Skráin er hendan:

-   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? - Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið:
- Case: soleiðis komu vit ígongd – Frágreiðing frá fyritøku
- Gjøgnumgongd av spurningum - Ulla Joensen, KT-felagið:

Tiltakið er fyri limir í Vinnuhúsinum. Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo.

Endamálið við tiltøkunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya