ES innflytir meira og meira av fiskavørum

08. mars. 2010 | Tíðindi | Fiskivinna

ES innflytir alt størri nøgd av fiskavørum og sjálvforsýningin av fiskavørum er minkað munandi. Í 1990’unum framleiddu ES londini 60% av fiskavørunum, sum vóru handlaði í londunum, meðan parturin nú er minkaður til bara 35%

Hetta var lagt fram á ráðstevnuni North Atlantic Seafood Forum, sum var í Lillestrøm í Noregi í seinastu viku. Tað var formaðurin í evropeiska fiskaframleiðslufelagnum AICPE, Guus Pastoor, sum legði hesi tøl fram.
Samlaða fiskavøruframleiðslan í ES er 16. mió tons. Harav 5,4 mió tons verða fiskað av ES flotanum, 9,4 mió tons verða innflutt og 1,3 mió tons verða framleidd av evropeisku alivinnuni. Av hesum verða 2 mió tons útflutt til onnur lond og 2 mió tons av hesum verður virkað til djórafóður.
Sambært AICPE er samlaða virðið á fiskavørunum 55-60 mió evrir. Í meðal brúkar evropeiski brúkarin 6,5% av teimum pengunum, sum verða brúktir til mat til fiskavørur. Serliga er tað Spania, Frankaríki og Italia, sum hava stóra nýtslu av fiskavørum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya