ES- patent ávegis

26. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eftir fund í Evropa-Parlamentinum seinastu viku er gøtan við at verða greidd til eitt felags ES-patent.

Broytingar í patentreglum í Evropa gera tað munandi bíligari og einfaldari at fáa patentverju í meginpartinym av Evropa. Samstundis, sum mannagongdirnar gerast einfaldari gerst tað eisini bíligari hjá fyritøkum at fáa størri trygd fyri patentrættindunum.

Orsaka av hesum verður væntað, at sparingin bara fyri donsk virkir verður millum 110 til 130 mió kr fyrstu árini og 160 mió kr fylgjandi ár. Harafturat koma sparingar orsaka av, at fyritøkurnar sleppa undan kostnaðum av paralellum  sakarmálum í Evropa orsaka av, at ein felags evropeiskur patentdómstólur verður stovnsettur.

Tá broytingarnar eru gjøgnumførdar fáa evropeiskar fyritøkur somu fortreytir, sum fyritøkur í USA, Kina, Japan og Korea (Kelda: www.di.dk).  

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya