ES samtykkir ein fastan kreppugrunn

28. mars. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Náttina til fríggjadag eydnaðist tað ES stjórnarleiðarum at semjast um fíggingina til ein fastan ES kreppugrunn. Vónirnar fyri, at hetta fór at eydnast vóru annars ikki góðar.

Politiska avtalan er, at í alt verða 700 mia. euro í kreppugrunninum European Stability Mechanism (ESM). Av hesum eru 80 mia. euro í tøkum peningi frá eurolondunum, meðan restin er peningur í veðhaldi frá í fyrsta lagi euro londunum. Stór óvissa hevur valdað um ES stjórnarleiðarar kundu koma ásamt um, hvussu fíggingin av ESM grunninum skuldi setast saman.
Lond sum Danmark, sum ikki eru partur av eurosamstarvinum, rinda ikki beinleiðis íkast til ESM. Men Danmark kann tó velja at vera við til at fíggja ESM, eins og Danmark longu hevur gjørt í mun til Grikkaland og Írland, ið vóru bjargaði frá ríkishúsagangi við hjálp av bjargingargrunnum hjá ES og IMF.
Avtalan um ESM fríggjadagin er ein politisk avtala. Eftir eru løgfrøðiligu samráðingarnar komandi mánaðirnar, og tí verður tann formliga avtalan um ESM ikki endaliga uppá pláss fyrr enn til í summar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya