Evropeiska alarafelagið heldur fund í Føroyum 28-31 mai.

25. mai. 2009 | Tíðindi | Havbúnaður

Federation of European Aquaculture Producers (FEAP) hevur frá 28. til 31. mai sín árliga fund. Hesa ferð verður fundurin hildin í Føroyum og er Havbúnaðarfelagið vertur fyri fundinum.

Mikudagin 28. mai koma umboð úr 19 evropeiskum londum á árliga fundin hjá FEAP sum í ár verður hildin í Føroyum. FEAP er evropeiska alarafelagið, ella vinnufelagið hjá nationalu alivinnufeløgunum í Evropa, so sum Havbúnaðarfelagið. Tað eru í mestan mun ES limalondini, sum eru umboðaði í felagnum, men eisini Føroyar, Noreg, Ísland, umframt nøkur lond eystanfyri, sum ikki eru limur í ES t.d. Turkaland, Ungarn eru eisini limir í FEAP.
FEAP er ein lobbyorganisasjón, sum primert arbeiðir við at ávirka ES- skipanina - politikk og lógarverk m.a. innan sjúkufyribyrging og marknaðarviðurskifti. Harumframt er FEAP við til at seta gongd á granskingarverkætlanir innan aling.
Aðalfundurin hjá FEAP flytur frá limalandi til limaland og í ár er tað Havbúnaðarfelagið, sum er vertur fyri fundinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya