Vika 47 Eydna

Eydna Eivindardóttir Danielsen í lestrarstarv í Vinnuhúsinum

18. november. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Orka

Eydna lesur stjórmálafrøði og tekur samstundis eina leiðsluútbúgving á Setrinum.

Eydna Eivindardóttir Danielsen er byrjað í lestrarstarvi í Vinnuhúsinum. Eydna fer at taka sær av ymiskum fyrifallandi uppgávum í Vinnuhúsinum nakrar tímar um vikuna.

Eydna hevur ein bachelor í samfelagsvísindum, og er nýliga byrjað á kandidat-partinum á stjórmálafrøðiútbúgvingini. Harumframt tekur hon eina leiðsluútbúgving. Báðar útbúgvingarnar eru á Fróðskaparsetri Føroya.

Eydna hevur áður starvast sum HR-leiðari hjá Gist & Vist.

Vit ynskja Eydnu vælkomnari í Vinnuhúsið.

Annað á breddanum

  1. Ferðavinnan á økisvitjan í Havn

    Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn

    27. Januar. 2025 | Ferðavinna
    Økisvitjan Tórshavn Vika 5
  2. Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya skipara- og navigatørfelag hava handað krøv

    Mánadagin 20. januar byrjaðu samráðingarnar fyri skiparar og navigatørar á handilsskipum, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini til samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.

    27. Januar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum RFH Og FSN (Vika 5)
  3. Hvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera?

    Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað. Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?

    27. Januar. 2025
    6Quueoop