Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna í Handilsvinnufelagnum

25. apríl. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ongar broytingar vóru í nevndini í Handilsvinnufelagnum eftir ársaðalfundin, sum varð hildin í Vinnuhúsinum, hósdagin 21. apríl 2022.

Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum stóðu Eyðvør Berg, Gunnar Mohr og Bergur R. D. Jensen fyri vali. Tey vóru øll afturvald, og nevndin í Handilsvinnufelagnum er skipað soleiðis:

Eyðvør Berg, forkvinna

Claus V. Christensen, næstformaður

Gunnar Mohr, nevndarlimur

Áki V. Poulsen, nevndarlimur

Bergur R. D. Jensen, nevndarlimur.

Frá vinstru: Bergur D. Jensen, Claus V. Christensen, Eyðvør Berg,

Gunnar Mohr og Áki V. Poulsen

Á ársaðalfundinum segði forkvinnan í síni frágreiðing, at hesi seinastu tvey árini hava verið tvey óvanlig ár fyri føroysku handilsvinnuna.

Tá vit fóru um árskiftið 2019 væntaðu tey flestu, at framgongdin og vøksturin, sum hevði verið árini frammanundan, fór at halda fram í 2020, men so var ikki.

Vit vóru bert komin stutt inn í 2020, tá ið allar forsøgnir brádliga vórðu vendar á høvdið, tí ein koronafarsótt, sum hevði tikið seg upp í Kina, fór brádliga at spjaða seg skjótt um allan heimin. Fyri at tálma smittuspjaðingini, vórðu umfatandi tiltøk sett í verk, sum læstu stóran part av virkseminum kring allan heimin niður.

Í Føroyum var tað á grækarismessu 2020, at koronatiltøkini læstu stórar partar av samfelagnum niður. Tað vóru serliga ferða- og matstovuvinnurnar, sum alt fyri eitt merktu sviðan av tiltøkunum, tí har varð næstan alt virksemi steðgað yvir nátt.

Tiltøkini skelkaðu eisini handils­vinnuna, men føroyska handilsvinnan kom seg rættiliga skjótt aftur, tí føroyingar sluppu ikki av landinum at ferðast og brúktu sostatt ein part av pengunum, tey høvdu sett av at ferðast fyri, í heimligu handilsvinnuni.

Vøksturin í umsetninginum í føroysku handilsvinnuni í 2020 og 2021 er tí fyri stóran part grundaður á óvanligar umstøður. Hesar umstøðurnar og fortreytirnar fyri vøkstri, javna seg aftur, so hvørt koronaavmarkingarnar verða strikaðar og londini lata upp aftur fyri ferðafólki.

Hesa tillagingina til vanligar umstøður byrjaðu vit longu at síggja aftur í søluni í síðsta ársfjórðingi í 2021.

Jólasølan var tí nakað lakari í 2021 enn í 2020, men tað komst eisini av fleiri avlýsingum av jólaborðhaldum og øðrum tiltøkum, sum vanliga eru í desember, tí ein nýggj smittubylgja hevði tikið seg upp aftur í november 2021.

Í seinnu helvt av 2021 byrjaðu vit eisini av álvara at merkja aðrar avleiðingarnar og seinárin av nógvu korona­stongslu­num úti í heimi, við skjótt vaksandi rávøruprísum, vørumangli og stórum avbjóðingum á flutningsøkinum, serliga millum Evropa og Asia. Hesar avbjóðingar koma vit framhaldandi at stríðast við komandi tíðina.

Hóast koronaavmarkingarnar eru linkaðar og strikaðar í fleiri londum, so er óvissan í altjóða handli ikki minni nú enn hon hevur verið, eftir at koronafarsóttin spjaddi seg um allan heimin fyri gott tveimum árum síðan.

Nú eru tað avleiðingarnar av russisku innrásini í Ukraina, sum skapa stóra óvissu um altjóða handilin frameftir, har skjótt vaksandi inflasjónin er ein tann størsta avbjóðingin í altjóða búskapinum í løtuni. Hetta merkist eisini hjá okkum, og vit fara heilt vist at síggja fleiri príshækkingar á vanligum gerandisvørum og nýtsluvørum annars, í nærmastu framtíð.

Ársfrágreiðingin hjá Handilsvinnufelagnum kann takast niður her. 

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L