Fá tað besta burturúr messuni

16. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tiltak fyri útflutningsvinnuna og onnur, sum luttaka á messum

At sýna fram á stevnum og messum er eins og onnur marknaðarføringsátøk ein íløga. Sjálvsagt skal luttøkan vera lønandi eins og aðrar íløgur. Samvit skipar hin 25. februar fyri tiltakið, har fyritøkur fáa vitan, hugskot, íblástur og dømi um, hvussu tær kunnu betra útslitið, tá luttikið verður á messum.
Mikael Jansson er ein tann mest vitandi fyrilestrahaldarin í Evropa um evnið. Í fleiri enn 20 ár hevur hann gjørt kanningar og ráðgivið størri og minni fyritøkum um, hvussu tær kunnu fáa bestu úrtøkuna av at luttakað á messum.
Tiltakið er ætlað útflutningsvinnuni og øðrum, sum luttaka á messum.
Fá meira at vita um tiltakið á www.samvit.fo

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025