Depositphotos 477691394 Xl

Fá vegleiðing í at byrja títt arbeiði við GDPR

08. januar. 2024 | Tiltak | Almenn tíðindi

Í februar skipar Vinnuhúsið, saman við Dátueftirlitinum, fyri dagsskeiði um GDPR, sum serliga vendir sær til smærri fyritøkur.

Á skeiðnum fáa limafyritøkur vegleiðing og amboð til at byrja sítt arbeiði við GDPR, har greitt verður frá, hvat skal til fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður fylgd.

Tað verður Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sum fer at greiða frá.


Skipað verður fyri skeiðum kring landið. Skeiðini eru frá klokkan 09:00 – 14:00:

    • Týsdagin 13. februar hjá Dátueftirlitinum, Heiðavegur 25, Saltangará
    • Hósdagin 15. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
    • Mánadagin 19. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
    • Týsdagin 27. febaruar í Varpinum, Klaksvíksvegur 2, Klaksvík

Tiltakið er ókeypis fyri limum, men neyðugt er at boða frá luttøku.

Melda til luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 2. februar.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya