Depositphotos 477691394 Xl

Fá vegleiðing í at byrja títt arbeiði við GDPR

15. januar. 2024 | Tiltak | Almenn tíðindi

Í februar skipar Vinnuhúsið, saman við Dátueftirlitinum, fyri dagsskeiði um GDPR, sum serliga vendir sær til smærri fyritøkur.

Á skeiðnum fáa limafyritøkur vegleiðing og amboð til at byrja arbeiði við GDPR, har greitt verður frá hvat skal til fyri at tryggja at dátuverndarlógin verður fylgd.

Tað verður Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sum fer at greiða frá.

Skipað verður fyri skeiðum kring landið. Skeiðini eru frá klokkan 09:00 – 14:00 og eru dagarnir:

  • Týsdagin 13. februar hjá Dátueftirlitinum, Heiðavegur 25, Saltangará
  • Hósdagin 15. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
  • Mánadagin 19. februar í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Tórshavn
  • Týsdagin 27. febaruar í Varpinum, Klaksvíksvegur 2, Klaksvík

Tiltakið er ókeypis fyri limum, men neyðugt er at boða frá luttøku.

Melda til luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 2. februar.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL