Færri aðalráð, men hvussu við vinnumálum?

18. apríl. 2011 | Áskoðan

Nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at vinnumál verða savnaði í einum aðalráðið.

Løgmaður hevur boðað frá, at arbeitt verður við bygnaðinum í miðfyrisitingini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at øll vinnumál verða umsitin av einum og sama aðalráðið.
Á fundi við Løgmann á heysti 2009, vísti Føroya Arbeiðsgevarafelag á tað óhepna í, at vinnumál liggja spjadd millum fleiri aðalráð, at aðalráðini samskipa ikki vinnupolitikkin sínámillum og at samskipandi leikluturin, sum Løgmanskrivstovan hevur, ikki virkar. Somuleiðis var víst á, at tað ikki er nóg gott, at málbýti ofta er kittið í samgongusamráðingum, við tí úrsliti, at yvirskipaði málsetningurin, tá skipanin við ráharrastýrið var innførd í 1996, um at styrkja umsitingina av vinnumálum, verður ofrað.
Dømini um, at sundurlagaða umsiting av vinnumálum er óheppin, eru fleiri. Eitt hitt feskasta dømi er ferðavinnan, sum í málsbýtinum í sambandi við seinastu samgongusamráðingar varð løgd umsitingarliga undir Uttanríkisráðið.
Ferðavinnan var løgd saman við uttanríkismálum, samstundis sum samferðsla, flogferðsla og heilsufrøðiliga øki, sum eru týdningarmikil fyri menningina av ferðavinnuni, vóru verandi vinnumál. Hetta hevur víst seg ikki at rigga serliga væl fyri vinnuna. Niðurlaging er hend av ferðavinnuni í Uttanríkisráðnum, samstundis sum  lítið ella einki er gjørt fyri at menna vinnugreinina innlendis. Ikki kann sigast annað enn at tvíbýtta ábyrgdin av ferðavinnuni hevur gingið út yvir menningina av vinnugreinini sum heild.
Annað dømi er fiskiídnaðurin. Í mong ár hevur heilsufrøðiligi parturin verið umsitin av Vinnumálaráðnum og vinnugreinin annars av Fiski- og tilfeingismálaráðnum. Fiski- og tilfeingsimálaráðið hugsar bert um fiskiskap og skip og ikki um, hvat hendir víðari við fiskinum eftir, at hann er komin umborð á eitt skip. Hetta merkist soleiðis, at onki landsstýrisfólk ella aðalráð er í heila tikið fyri hendan partin av vinnuni. Fiskivinnan á landi hevur sera stóran samfelagsligan týdning til soleiðis at detta niður ímillum ráðini. Við øðrum orðum hevur tvíbýtta málsbýtið elvt til, at eingin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av vinnugreinini og politikkur fyri øki manglar fullkomiliga.
Annar vansi við, at vinnumál liggja spjadd millum serliga Vinnumálaráðið, Fiski- og tilfeingismálaráðið og Uttanríkisráðið er, at avbjóðingin at menna førleikan at umsita vinnumál, gerst enn størri enn neyðugt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tískil, at skilagott hevði verið at lagt saman, verandi Vinnumálaráð og Fiski- og tilfeingismálaráð umframt tey mest vinnurelevantu av uttanríkismálunum, í eitt og sama aðalráð. Somuleiðis at umsitingin av peningastovnsvinnuni eisini verður løgd saman við vinnumálum.
Hetta eigur at gerast fyri at tryggja góðan førleika og dygd i umsitingina av vinnumálum og munandi betri samanhang í millum umsitingina av øllum vinnurelateraðum málum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at umsitingin av ognarlutunum hjá tí almenna í partafeløgum, so sum Posta, Føroya Tele osv eigur at verða skilt frá umsitingini av kørmunum fyri hendan partin av vinnuni. At umsita ognarlutin hjá tí almenna og at umsita málsøkið, hevur sum so einki við hvørt annað at gera og kann í ávísum førum verða óheppið. Skotið verður upp, at umsitingin av ognarlutunum hjá tí almenna verða lagt til annað aðalráð at umsita t.d. saman við fíggjarmálum ella innlendismálum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí enn einaferð á løgmann um at leggja øll vinnumál undir sama aðalráð, soleiðis at umsitingin av vinnumálum verður so munadygg sum gjørligt. Í sama viðfangi at gera fastar karmar um málbýti soleiðis, at vinnumál ikki eftir eitt komandi val enn einaferð verða spjadd tilvildarligt sundur soleiðis, sum vit fyrr hava sæð.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L