KV ‘24 (Facebook Post)

Færri og sterkari kommunueindir

28. oktober. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyar hava tørv á færri og sterkari kommunueindum. Tað krevur annaðhvørt, at kommunur leggja saman ella fara at samstarva meira tvørturum kommunumørk. Tað er áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur tað er neyðugt at hyggja nærri at kommunala bygnaðinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag roynir støðugt at varpa á týdningin á at hava ein skynsamari almennan rakstur.

Ov nógvar kommunur
Tað eru 29 kommunur í Føroyum. Hagtøl vísa, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Í fimtu hvørjari kommunu verður yvir 30 prosent av øllum rakstrinum brúktur til at umsita kommununa – also til fyrisiting hjá kommunustýrinum. Hetta er ikki skynsamt.

Fleiri kommunur eru bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga veikar. Við færri og sterkari kommunueindum ber til at reka kommunala geiran meira effektivt.

Ein høvuðsavbjóðing
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at effektivisering og serliga leikluturin hjá tí almenna er ein høvuðsavbjóðing. Vit mugu leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir. Eisini eigur at verða hugt eftir kommunala bygnaðinum við tí endamáli at fáa sterkari kommunur, eins og politisk semja eigur at vera gjørd um talið á stjórnarráðum.

Hvørja ferð, uppgávur verða fluttar til kommunurnar, stendur Føroya Arbeiðsgevarafelag ofta spyrjandi, tí vanliga minkar luturin hjá landinum ikki samsvarandi. Sama er galdandi, tá ið uppgávur verða fluttar millum almennar stovnar. Seinastu árini hava vit eisini brúkt nógva orku og pening til at talgilda nógvar tænastur, men kortini síggjast millum lítlar og ongar sparingar aftur. Kanska heldur tvørturímóti.

Fíggjarpolitiskt regluverk og kommunlan útreiðslukarm
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað neyðugt við einum nógv skynsamari almennum rakstri. Almennu útreiðslurnar halda áfram at vaksa ov skjótt. Tí er neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa. Regluverkið skal tryggja, at útreiðslurnar ikki vaksa ov nógv í góðum tíðum, so nóg mikið er til rakstur og íløgur, tá tíðirnar verða verri.

Landið eigur í hesum sambandi at samráðast við kommunurnar um ein útreiðslukarm fyri til dømis eitt fýra ára tíðarskeið, ið liggur fastur, men sum kommunurnar frítt kunnu raðfesta innanfyri.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L