Nógvir eigarar av fyritøkum vilja fegnir selja teirra fyritøku – til dømis til teirra starvsfólk. Men fá starvsfólk ella onnur uttanífrá hava hug at gerast sjálvstøðug, vísa kanningar. Henda gongd er óheppin og kann skaða danska búskapin, er ávaringin frá DI.
Ein stórur partur av donskum vinnulívið skal komandi árini skifta eigara. Og tað sær út til verða ein trupul tilgongd, tí tað eru sera fáir danskarar, sum tora at yvirtaka eina fyritøku, vísir ein kanning, sum DI hevur gjørt millum tær smáu og miðalstóru fyritøkurnar.
At so fá eru klár at taka yvir er ein stórur trupulleiki. Tí tað er ikki bara avgerandi fyri fyritøkuna og eigarin av henni, at eigaraskiftið verður væleydnað. Tað hevur eisini stóran týdning fyri danskan búskap yvirhøvur, greiður leiðandi ráðgevi í DI, Sune K. Jensen, frá.
Næstan triði hvør fyritøkueigari roknar við at skula selja hansara fyritøku til onkran annan privatpersón. Um familjan er íroknað, er talan um eina væntaða sølu á 43 %. Hinvegin sær ikki gott út, tá hugt verður eftir, hvussu nógvir keyparar kundu verið áhugaðir at gerast sjálvstøðugir. Bert helvtin av fyritøkunum vænta at tað verður ringt at selja. Ein onnur kanning vísir, at bert 2% av leiðarunum hava ætlanir um at yvirtaka eina fyritøku innan fyri tey næstu fimm árini. Onnur 6% hava vónir um at gerast medeigarar ella partnarar.
Tað er ein sera óheppin gongd í danskari íverksetaramentan, staðfestir Sune K. Jensen. Hann vísir á, at kanningar úr m.a. Eysturríki vísa, at fyritøkur, sum hava skift eigara, klára seg betur enn heilt nýbyrjaðar fyritøkur. Tí hevur tað so stóran týdning, at persónar, sum umhugsa at gerast sjálvstøðugir, eru varir við møguleikan í, at teir við at keypa eina verandi fyritøku kunnu fáa eina styttri leið til vøkstur orsakað av, at teir í tí førinum yvirtaka eina verandi framleiðslu og ein verandi kundahóp, greiðir ráðgevin í DI frá.
Í mun til tey keðiligu tølini av áhuganum fyri at keypa eina fyritøku er besta ráðið Sune K. Jensen hevur, at tann seljandi stjórin byrjar tilgongdina í góðari tíð, og eisini í góðari tíð tekur samband við leiðandi starvsfólk um møguligan áhuga fyri at keypa. Tað kann eisini henda við at leggja ætlanir fyri, hvussu skiftið kann fara fram. Til dømis við at førleikamenna starvsfólkið, so hann ella hon verða betur ílatin til at gjøgnumføra skiftið, sigur hann. Hann heldur tað er eitt gott hugskot at gjøgnumganga, um fyritøkan hevur teir røttu førleikarnar í nevndini og kanska menna nevndina við einum, sum hevur royndir av eigaraskifti, og sum kann ráðgeva eigaranum.
Kelda: DI Opinion
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi