Búskaparráðið og danski Tjóðbankin rópa enn einaferð varskó um vánaliga haldførið. Men hvat gera vit við tað? Tann spurningurin verður viðgjørdur í Smæruni í Havn tann 12.februar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin tann 12.februar fyri almennum tiltaki um haldførið í føroyska búskapinum. Búskaparráðið og danski Tjóðbankin hava enn einaferð sett sjóneykuna á vánaliga haldførið, og stóri spurningurin er nú, hvussu vit lofta ávaringunum. Halda vit fram við at sita hendur í favn ella seta vit munagóð átøk í verk?
Henda spurning vóna vit at fáa svar á tiltakinum tann 12. februar.
Afturvendandi avbjóðing
Stendur tað til Føroya Arbeiðsgevarafelag verða munagóð átøk sett í verk sum skjótast. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir seinastu árini víst á stóru avbjóðingarnar við haldførinum, lesið meira her: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/eigur-haldfoerid-ongan-godan
Eitt ítøkiligt átak, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur skotið upp, er at seta fíggjarpolitiska regluverk í verk, lesið meira: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/figgjarpolitiska-regluverkid-ma-setast-i-verk
Framløgur og orðaskifti
Á tiltakinum “Haldførið – hvat nú?” verða bæði framløgur og orðaskifti.
Nærri kunning kemur seinni.
Tiltakið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður í Smæruni í Havn mánadagin 12. februar klokkan 13.