​Fakfeløgini eiga av venda sær til Føroya Arbeiðsgevarafelag

15. januar. 2020 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast stórliga á útsagnirnar hjá Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í samband við mótmæli hjá hesum feløgum um at víðka atgongdina til útlendska arbeiðsmegi.

Feløgini siga, at einki prógv fyri, at tørvurin á arbeiðsmegi er so stórur, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag vil verða við.

Arbeiðsloysið er 0,8% sambært Hagstovu Føroya. Hetta er próvfast um vit vilja tað ella ikki. Samstundis kæra føroysku vinnufyritøkur innan so at siga allar vinnugreinir sína neyð um, at tær fáa ikki tey starvsfólkini, sum tey hava tørv á. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at hetta er nøkur ynskistøða og arbeiðsgevarafelagið hevur eisini seinastu árini ávarað  um gongdina. Manglandi langtíðarætlanir hjá landi, kommunum og teirra stovnum og felagsskapum, hevur elvt til, at bráðfangis mangulin á arbeiðsmegi í dag er so ovurhonds stórur.

Men tað, sum órógvar Føroya Arbeiðsgevarafelag allarmest við útsagnunum hjá nevndu fakfeløgum, eru ákærurnar um, at arbeiðsgevarar gera sær dælt av støðuni og útlendsku arbeiðsmegini, tí hesi ikki hava møguleikað at tryggja sær, at løn og setanarviðurskiftið fylgja føroyskum sáttmálum. Her vil Føroya Arbeiðsgevarafelag gera vart við, at tað er ein av fremstu uppgávunum hjá fakfeløgunum at verða við til at tryggja, at løn og setanarviðurskifti eru í lagi. Og um viðurskiftini ikki eru í lagi, so eiga feløgini at taka málið upp við tann, tey hava sáttmála við, nevniliga Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fingið nakað mál ella fyrispurning um ivamál viðvíkjandi setanarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi frá hesum feløgum. Tað verður tikið sum eitt greitt tekin um, at her ikki er nakar trupulleiki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini hava felags áhugað og ábyrgd í, at lønar- og sáttmálatreytir verða hildnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og ferð eftir ferð hava vit heitt á fakfeløg um at boða frá, um viðurskiftið ikki eru í lagi.

Tí verða slíkar atfinningar mettar at verða sera óhepnar og ikki í trá við tann veruleika, har føroyskir arbeiðsgevarar dagliga stríðast fyri at halda virksemi koyrandi hóast vantandi arbeiðsmegi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya