Faldari um handilsviðurskifti Føroya við umheimin er gjørdur. Faldarin kunnar um teir altjóða stovnar, sum eru virknir innan handil umframt tær handilsavtalur, sum Føroyar hevur við onnur lond.
Endamálið við faldaranum er at kunna føroyskt vinnulív um hesi viðurskiftini umframt at kunna um, hvat arbeitt verður við á økinum.
Tað er Vinnuhúsið og Uttanríkisráðið, sum hava samstarvað um at lati faldaran gjørt og kann hann takast niður av heimasíðu okkara.