Fall í oljuprísinum

15. august. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fíggjar- og skuldarkreppan skapar framvegis ótta um framtíðina og grundað á væntandi fall í eftirspurninginum, fellur oljuprísurin í løtuni.

Oljuprísurin hevur verið fallandi seinastu tíðina. Tað er m.a.  skuldarkreppan og væntandi fallandi eftirspurningur í Evropa og USA, sum er viðvirkandi til, at prísurin hevur verið fallandi.
Ein tunna av amerikansku tilvísingaroljuni, WTI, kostaði á virðsbrævamarknaðinum í New York seinasta fríggjadag 85,5 dollarar fyri tunnuna. Prísurin er lækkaður 7,2 % síðani 31. januar, tá ein tunna kostaði 92,19 dollarar.
Í mun til mai 2010, tá ein tunna av olju varð seld fyri 68 dollarar, er dagprísurin av einari tunnu av olju tó 25,7 % hægri.
(Kelda: borsen.dk)

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya