Sambært uppgerð hjá Akvafakta fullu laksaprísirnir í viku 43 til undir 50 NOK/kg. Hetta er gott 14 NOK lægri enn somu viku í fjør, og bert aðru ferð í ár, at laksaprísurin kemur undir 50 NOK/kg.
Ein frágreiðing frá Nordea, sum varð útgivin í oktober undir heitinum “Wind of change”, vísti á sterkt hækkandi biomassa í norsku aliringunum, og útboðið úr Chile væntast eisini at vaksa. Tí væntar Nordea sum heild økt útboð og lægri laksaprís í komandi ársfjórðingunum.
Fyri 2017 væntar Nordea eina øking í útboðnum á 4,6% í mun til 2016 (10 % í 4. ársfj.) og væntar harumframt eina øking á 8% í 2018.
Kelda: kyst.no